Tað rekur suður

Rákið er vent í føroyskum politikki, og nú í landsynning við kós móti Danmark sambært veljarakanningini, sum kunngjørd varð í seinastu viku

 

Veljarakanning


Fullveldisflokkarnir, sum mynda verandi samgongu, hava mist viðrákið, og andstøðan, sum hevur boðað frá eini meira sambandskendari kós enn henni, ið hildin hevur verið seinasta valskeiðið, fær meiriluta, um eitt komandi valúrslit verður, sum seinasta veljarakanningin vísir.

Í veljarrakanningini, sum Útvarpið og Dimmalætting kunngjørdu í seinastu viku, fáa andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, tilsamans 17 tingmenn, meðan sitandi samgonga fær 15. Miðflokkurin fær sambært veljarakanningini ikki umboðan á tingi eftir komandi val.

Javnaðarflokkurin verður sambært veljarakanningi størsti flokkur á tingi við 26,4% av atkvøðunum og níggju tingmonnum, meðan Tjóðveldisflokkurin verður næststørstur við 24,6% og átta tingmonnum.

Átta tingmenn fær sambandsflokkurin eisini, hóast hann fær 23% av atkvøðutalinum.

Tað vil í tingmannatali siga, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa hvør sínar tveir mans afturat verandi tingmannatali, meðan Tjóðveldisflokkurin stendur í stað, hóast hann hevur framgongd í atkvøðutali.

Hinvegin missir Fólkaflokkurin tveir mans og fær eftir eitt komandi val seks tingmenn, og Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin missa hvør sín. Tað merkir, at Sjálvsstýrisflokkurin fær ein, og Miðflokkurin ongan tingmann valdan, verður úrslitið, sum veljarakannignin vísir.

Samgonguflokkarnir Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa báðir til eina minking upp á ávikavist 2,8% og 2,9%, meðan Tjóðveldisflokkurin er tannn av samgonguflokkunum, sum tykist koma best burtur úr einum vali nú. Hann fær nevniliga eina framgongd upp á 08%, sigur veljarakanningin.

Fyri Miðflokkin verður valið ein vanlukka, um tað gongur, sum veljarakanningin spáar. Hann fær eina afturgongd upp á 1,9% og sleppur als ikki aftur á ting.