- Tað sá betri út fyrr í ár.
Orðini eigur garvaði og veðurbardi útróðrarmaðurin, Eyðálvur Vang, tá hann í sjaskveðrinum á middegi í dag kom aftur av útróðri við báti sínum, Norðsøka.
Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, vitjaði umborð, tá útróðrarmaðurin kom aftur at landi, og á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini sigur Eyðálvur Vang soleiðis:
- Fiskiskapurin var brúkiligur, tá hugsað verður um, at stamparnir vórðu egndir til djúpt vatn, og vit vóru nærum tætt uppi undir landi.
Útróðrarmaðurin sigur, at teir høvdu onga gággu, so tað var í lagi, at teir fingu 4000 pund á 56 stampum, harav størra helvtin var hýsa.
- Tað sá betri út fyrr í ár, enn tað ger nú. Fiskiskapurin er somikið smáligur, at tað nyttar einki at seta tvær ferðir í sama stað. Seinnu ferðina er einki at fáa, hóast fyrra setan gav nakað av fiski, sigur Eyðálvur Vang.
Við Norðsøka eru tríggir mans, og tveir eru í skúrinum og egna. Tá teir royna á djúpum vatni, hava teir vanliga væl meiri línu við, og tá eru teir sum oftast fýra mans umborð.
- Eyðálvur Vang er ein av okkara garvaðu útróðrarmonnum. Hann róði út í fleiri ár, áðrenn hann gjørdist skipari og hevur nú ført útróðrarbát í 34 ár.
Hann heldur, at sjógvurin er ov heitur, tá hann enn er tíggju hitastig.
- Fiskiskapurin verður ikki betri, fyrr enn hitin kemur niður á átta og helst niður á sjey hitastig, sum er besti hitin, sigur Eyðálvur Vang, skipari á Norðsøka.