Dimm skýggj reka yvir fótbóltshimmalin á Ólafsfirði, har tað annars hesa ársins tíðina er ljóst allan sólarkringin. Leiftur, sum øll á Ólafsfirði eru góð við og fylgja í góðum og minni góðum er í tungum sjógvi. Í løtuni bendir einki á, at fótbóltsskútan á Ólafsfirði ikki fer at kollsigla. Leiftur er á 10. og aftasta plássinum, og tað eru seks stig upp til triðji aftasta plássið og harvið bjargingina undan niðurflyting.
Í fyrradagin varð ein bjargingarroynd gjørd. Hon meiri enn hálv miseydnaðist. Næstaftasta liðið, Stjarnan, var á Ólafsfirði, har útsetti dysturin frá 7. leikumfarinum var á skránni. Úrslitið gjørdist 3?3. Tað kunnu teir í Leiftri ikki vera nøgdir við, men sum tað tørnaði út kundu teir einki havt fingið.
Stjarnan var á odda 2?0, tá bara tólv minuttir vóru farnir. Alexander Santos minkaði um munin, tá 20 minuttir vóru farnir, og tað var støðan í hálvleikinum.
Hörður Már Markusson gjørdist stóri maðurin hjá Leiftri. Hann javnaði til 2?2, tá tað restaðu tólv minuttir. Men gleðin tóktist vera stokkut. Klokkupinnurin hevði gingið eina ferð út um vanligu leiktíðina, tá Garðar Árnason skoraði fyri Stjarnuna, sum harvið tóktist fara at vinna.
Dómarin hevði lagt nógva tíð afturat, at fagnaðurin var stórur, tá støðuga trýstið frá heimaliðnum bar úrslit við sær. Tá var seinna umfarið 51 minuttir gamalt. Aftur hesa ferð var Hörður Már Markusson málskjútti.
Spurningurin er kortini, hvussu nógv tað fer at hjálpa hjá Leiftri, at teir fingu eitt stig burtur úr vitjanini hjá Stjarnuni. Leiftur, sum hevur spælt trettan dystir, hevur bara níggju stig. Stjarnan, sum saman við teimum flestu av hinum liðunum hevur spælt fjúrtan dystir, hevur tólv stig, og Fram er triðji niðast við fimtan stigum.
Uni skoraði
ÍA úr Akranesi var í Grindavík og telvaðist um eitt pláss í hálvfinaluni í steypakappingini. Tá vanliga leiktíðin var farin stóð á jøvnum 1?1. Heimaliðið kom á odda, tá 58 minuttir vóru farnir, men Sigurður Jónsson javnaði í minuttinum aftaná.
Eftir úrslitaleysa longda leiktíð var farið til brotssparkskapping. Ólafur Þór Gunnarsson, málverjin hjá ÍA, gjørdist dagsins hetja, tí hann bjargaði bæði tí triðja og tí fjórða skotinum hjá grindavíksmonnum. ÍA menninir vóru allir tryggir úr ellviu metrum, og tí kundi ein sigurssælur Uni Arge so at siga útloysa atgongumerkini til hálvfinaluna, tá hann skoraði til 5?3.
Valur reyk út
Pól Thorsteinsson er eftir í Íslandi, meðan hinir landsmenninir eru komnir heim at spæla landsdyst. Pól er leikbannaður í trimum undankappingardystum, og tí er eingin orsøk hjá venjaranum at brúka hann. Allan Simonsen veit, hvat Pól Thorsteinsson stendur fyri, og hann fer heilt víst eftir ársskiftið at senda boð aftur eftir honum.
Felagið hjá Póli, Valur, var við í telvingini um eitt pláss í hálvfinaluni. Teir spælldu ímóti ÌBV, sum vann 4?1. Valur kom á odda longu í 7. minutti, men liðið úr næstbestu deildini megnaði ikki at halda tætt.
Fylrkir vann á Breiðabliki og er eisini komið í hálvfinaluna.