Tað sær út sum um vit eru eitt sindur kendir

- Vit kundu ikki hyggja í eitt tónleikablað í Týsklandi uttan, at ein lýsing, eitt ummæli ella ein samrøða við okkum var prentað har, greiður Heri Joensen gittarleikari og sangari í Týr frá.


- Tá eg legði meg í koyggjuna í tour-bussinum fyrsta kvøldið, hugsaði eg Nú hevur tú klára tað!, greiður Heri Joensen sangari og gittarleikari í Týr frá, um kenslurnar, ið bilgjast innan í bróstinum, nú dreymurin um at kunna liva av at spæla egnan tónleik, tykist at vera veruleiki.
Týr hevur júst ferðast kring Evropa saman við fleiri øðrum bólkum, á síni fyrstu størri konsertferð, og við hesum hevur Týr gjørt lopið frá at vera heimskendur í Føroyum og stjørna á føroysku festivalunum, til at vera ein bólkur, ið ferðast á evropeiska tónleikapallinum.
- Hetta er eitt gevaldigt lop fyri okkum, sigur Heri.
 
Góð booking
Hann gleðist um stóra arbeiðið, sum bookingfelagið hjá teimum hevur gjørt. Longu nú er greitt, at vit spæla á fýra stórum festivalum komandi summar.
- ikki alt er alment enn, men vit spæla so á Wacken (heimsins størsta tungmálmsfestivali) og á størsta heidningafestivalinum, ið eitur Ragnarok, greiður Heri frá.
- Og so sjálvandi eisini tann konsertferðin, ið vit júst hava verið á og tann, ið vit fara á í november.
Á hesi konsertferðini hevur Týr spælt saman við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyptischen Reiter og Hämatom í Pólandi, Eysturríki og Sveis. Men flestu konsertirnar hava verið í Týsklandi.
 
Greiður málbólkur
- Vit spældu í klubbum og konserthøllum, sum tóku millum 400-800 áskoðarar. Í miðal mundu eini 500 fólk vera á konsert hvørt kvøldið. Í Týsklandi er ein ordiligur ídnaður, ið fæst við tann harða rokkin. Tá vit spæla eitt nú í Føroyum, so er eitt sindur blandað, hvør kemur á konsertirnar hjá okkum. Men í Týsklandi var bert eitt slag av fólki. Øll vóru í svørtum klæðum við ketum og píkum, og so vóru tey øll ung, í mesta lagi 35 ár, hetta er ein nógv meira greiður málbólkur, sigur Heri.
Á hesi konsertferðini hevur Týr spælt næst á spæliskránni, og sostatt hava tað ikki verið Týr fjepparar, ið hava verið bróðurparturin av áskoðarunum á konsertunum. Men Heri sigur, at hvørt kvøld varð hann yvirraskaður av móttøkuni. Fólk hava sungið við, og duga fleiri av sangunum, serliga Hail To The Hammer og Regin Smið hava fólk kent.
 
Hava lært seg úttaluna
- Vit hava eisini upplivað nokkso fitt av fólki, sum er komið fyri at hoyra okkum, og onkur er enntá komin langa leið fyri at hoyra okkum. T.d. nakrir hollendarar. Teir hava verið til fleiri konsertir, og á konsertini mikukvøldið á The Rock vóru teir aftur har. Teir hava lært seg fleiri sangir hjá okkum, enntá føroysku úttaluna, so tað ljóðar nokkso stuttligt, sigur Heri.
Við at Týr spælir allar hesar konsertir, hevur ein stór áskoðarafjøld nú hoyrt, hvør Týr er. Hetta er sjálvandi eisini við til, at gera bólkin til eitt kent navn í tí partinum av Evropa. Men plátufelagið ger eisini sítt fyri at promovera Týr.
- Tað sær út sum um vit eru eitt sindur kendir! Vit kundu ikki hyggja í eitt tónleikablað í Týsklandi uttan, at ein lýsing, eitt ummæli ella ein samrøða við okkum var prentað har, greiður Heri frá.  Hetta tykist at prógva, at valið at fara til Napalm Records at gera sáttmála var rætt fyri Týr. Hetta ivast Heri heldur ikki í. Vit fingu ein góðan sáttmála, sum í roynd og veru er betri enn sáttmálin hjá nógvum øðrum bólkum, samanbera vit við teir bólkarnar, sum vit hava ferðast við nú, so er okkara sáttmáli betri. Vit hava eina kenslu av, at plátufelagið trýr á okkum.
 
Ein marra at ferðast eystanfyri
Júst farna konsertferðin hevur gingið væl, teir eru vorðnir væl við bólkarnar, ið teir hava ferðast við, og konsertirnar hava flest allar gingið væl. Ætlanin var upprunaliga, at ferðin skuldi fara til Slovenia, men hetta varð av ongum, tí spælistaðið ikki kundi lúka tøkniligu krøvini hjá høvuðsorkestrinum.
- Hetta er ein trupulleiki eystanfyri. Tøkniliga er støðið øgiliga lágt. Vit spældu eina konsert í Póllandi, og tað var stuttligt at spæla fyri fólkinum har, tí tey vóru øgiliga glað fyri, at vit vóru komin at spæla fyri teimum. Men tað er ein marra at ferðast har og hopleyst at samskifta við fólk, greiður Heri frá.
Komandi konsertferð, ið verður í November er saman við Amon Amarth, ið er størsta navnið í heiminum innan víkingamálm, teir eru á øllum forsíðunum í Týsklandi og hava júst givið eina nýggja fløgu út. Hetta er heilt sami málbólkur, sum hjá Týr, so har er møguleiki at vinna nógvar fjepparar.
- Vit eru spentir til komandi konsertferð. Hon fer til nógv fleiri lond og spælistøðini eru munandi størri. Í miðal rúma tey eini 1000 fólkum, og eftirsum vit hava júst sama málbólk sum Amon Amarth, so hava vit møguleika fyri at vísa, hvør er besti víkingamálmsbólkur í heiminum, sigur Heri at enda.