Tað seinasta nýggja úr Hollywood

Michael Jackson gravar sína egnu grøv

Tá Michael Jackson bleiv ákærdur fyri pædofeli í 1993, rindaði hann 200 milliónir krónur fyri, at vitnisburðurin frá tí tá 13 ára gamla Jordy Chandler, ikki bleiv almannakunngjørdur. Pappírini, sum avdúka, hvat Jordy Chandler segði, hava ligið í einum kassa á einari dómaraskrivstovu í Los Angeles. Men herfyri eydnaðist tað einum bretskum blaðmanni at fáa hendur á innihaldinum í kassanum. Sambært Jordy Chandler var Michael Jackson sera ónæriligur við hann fleiri ferðir.
? Hann segði, at fyri tað um tað kundi tykjast skeivt, so var tað ikki sikkurt, at tað var tað kortini. Hann hevði kropsligt samband við meg fleiri ferðir, og tá eg segði, at mær ikki dámdi tað, svaraði hann, at øðrum dámdi tað, og so mátti tað vera eitt tekin um, at eg ikki var líka góður við hann sum hinir vinirnir hjá honum. Og so lat eg hann gera, sum hann vildi við meg, stendur at lesa í frágreiðingini hjá Jordy Chandler.
Og herfyri kom ein filmur eisini út, sum skuldi hava til endamáls at vísa aftur øllum pástandum um, at Michael Jackson er ein pædofil, men hesin filmur vísir júst tað mótsatta. Filmurin er gjørdur av Martin Bashir. Michael Jackson hevur svarað aftur við at lata ein av sínum vinum, Marc Schaffel, gera ein film, sum hann heldur upp á, vísir at Bashir er ein svíkjari. Men aftur her rennir poppkongurin seg í trupulleikar, tí Marc Schaffel hevur eina fortíð, har hann millum annað hevur framleitt hard-core pornofilmar har ímillum eisini bøssafilmar.
Sostatt er líkt til, at Michael Jackson er fangaður í sínum egna neti av lygnum. Og so er spurningurin, um hansara mongu milliónir fara at megna at bjarga honum burturúr trupulleikinum enn einaferð.



Mariah Carey er fín upp á tað

Mariah Carey er og verður ein fín madamma. Hon hevði bílagt og goldið fyri eina viku feriu í einum knasandi flottum tropuparadísi á tí karibisku oynni Anguilla. Har eru allatíðina sjey tænarar og tríggir kokkar til hvønn gestin alt samdøgurið. Men bert tríggjar tímar eftir, at madamman hevði lent, pakkaði hon alt saman aftur og reisti av aftur oynni.
? Hatta var langt undir mítt støði, ljóðaði grundgevingin. Men hon fekk tó ikki sínar 250.000 krónur aftur.





Robbie Williams og Kelly Osbourne

Tað hevur ikki tikið langa tíð hjá Robbie Williams at koma yvir Rachel Hunter, sum nýligani fór frá honum. Tey høvdu verið sama í eina tíð, tá eksdaman hjá Rod Stewart pakkaði og stakk av frá Robbie.
Men hann hevur longu funnið sær troyst. Herfyri var hann boðin til eina veitslu hjá Justin Timberlake frá NSYNC. Har byrjaði hann at práta við Kelly Osbourne, og tað gekk ikki long tíð, so vóru tey meira upptikin av at kyssast heldur enn at práta.



Gwyneth Paltrow hjálpti arbeiðsfelaga

Ofta verður tikið til um Gwyneth Paltrow, at hon er so menniskjanslig og vanlig, hóast hon er ein mega-filmstjørna. Hon er ikki bangin fyri at tosa við tey ókendu. Og hon hevur arbeitt við upptøkunum til filmin Ted and Sylvia í New Zealandi. Har hjálpti hon einum arbeiðsfelaga frá filmsliðinum at vinna eina kapping. Viðkomandi hevði teknað seg til eina kapping, har tann sum hevði tann besta souvenirin frá einum kendum persóni við, skuldi vinna kappingina.
Og tit kunnu bara gita, hvør vann, tá hann kom har við Gwyneth Paltrow " i egen person".



Arnold Schwarzenegger undir skurð

Herfyri varð hann skaddur, tá hann framdi eitt stunt undir upptøkunum til filmin Terminator 3. Men hann vildi ikki, at hann skuldi vera orsøk til at filmurin ikki helt tíðarætlanina, so tí bíðaði hann við at lata seg leggja undir skurð, inntil upptøkurnar vóru komnar í kassan. Men nú og í tær komandi tríggjar vikurnar má filmstjørnan so ganga við armi í fatli.



Claudia Schiffer er mamma

Ikki var hann eldri enn eina viku gamal fyrstu ferð hann bleiv møttur av myndafólkunum hjá pressuni. Talan er um nýfødda sonin hjá Claudiu Schiffer og Matthew De Vere Drummond. Sonurin, sum vigaði 3.175 gram, hevur fingið navnið Caspar. Og hann svav væl og trygt í føvninginum hjá mammu síni, tá hon bar hann út úr sjúkrahúsinum.
Ein onnur heimskend fotomodell hevur eisini fingið eitt barn. Men hjá henni er tað nummar tvey. Talan er um australsku supermodellina Elle McPherson. Hon og maðurin, Arpad Bussons fingu eisini ein son. Hann var góð 300 gram størri enn tann hjá Claudiu og skal eita Aurelius Cy Andrea. Stóribeiggi hjá honum Flynn fylti fimm ár sjálvan Valentines Day 14. februar.

Dennis Quiad aftur giftast

Meg Ryan og Dennis Quaid vóru gift í níggju ár, men so fór hon við Russel Crowe, og tað var endin á tí hjúnarbandinum. Og nú sær út til, at Dennis Quaid er komin víðari eisini. Hann er fallin fyri tí 20 ára gomlu Anna Poche. Og tað letur til, at tey bæði fara at giftast skjótt. Og hinvegin skal Russel Crowe eisini giftast skjótt, men tað verður ikki við Meg Ryan. Hann fór frá henni eftir sjey mánaðar.
So er bert at vóna, at Meg Ryan hevur notið teir mánaðarnar bæði væl og virðiliga, tí sum nú er, situr hon einsamøll ? single.



Halle Berry ísakøld um minni um pápa sín

Út at til letur tað til, at lívið hjá Halle Berry er heilt gott. Hon klárar seg avbera væl í sínum arbeiði, og er nógv eftirspurd til filmar. Hon hevur vunnið Oscar, og nú hevur hon eisini roynt seg í leiklutinum sum James Bond babe.
Men á privatlívinum sær tað ikki so ljóst út hjá Hally. Hennara fortíðarkenslur fingu hana aftur herfyri, tá pápi hennara andaðist. Hon sló hondina av honum, tá hann bukaði mammuna og systrina hjá Halle, tá hon var fýra ára gomul. Og hon hevur ongantíð fyrigivið honum. Tað vísti hon tann dagin, hann fór til gravar. Tá fór Halle í býin at brúka pengar saman við manninum, Eric Benet og dóttrini hjá honum, India.




Britney er alt ov vill

Tað vóru tíðir, tá Britney Spears ikki fekk frið fyri mannfólkunum. Men nú er tann tíðin farin. Nú flýggja menninir, tá hon kemur ov nær. Tí hon er alt ov vill, siga fleiri.
? Lívið hjá Britney er alt ov langt úti til at vit kunnu vera saman, sigur sangarin Fred Durst, sum einaferð helt upp á, at hann var maðurin í lívinum hjá sangarinduni. Filmstjørnan Colin Farrell hevur eisini fingið nokk av henni, og hennara eks Justin Timberlake helt herfyri føðingardag. Tá unti hann ikki henni so mikið sum eitt eygnakast, og tískil endaði føðingardagsveitslan fyri hennara viðkomandi í úrtíð, tá hon fór grátandi heim.



Leysatíðindi:

- Hjálparin hjá Lara Flynn Boyles forkelar hana við at hjálpa henni úr hennara høgu skóm og lata hana í einar heitar inniskógvar, tá steðgir eru í upptøkunum

George Clooney hevur keypt René Zellweger eitt armband sum tekin upp á hansara trúfesti. Armbandið kostaði 240.000 krónur

Kelsey Grammar frá sendirøðini Frasier, vísti til eina veitslu, at hann klárar at skifta blæu á dóttrini hjá sær upp á minni enn 30 sekund. Øll vóru púra bilsin og klappaðu nógv fyri honum, inntil tey varnaðust, at hann hevði fingið kukk upp á ermuna

Jay Leno er so bangin fyri at gerast fátækur, at hann nemur ikki milliardina hjá sær, sum hann hevur forvunnið sær við at vera talk-show vertur. Hon stendur og hugnar sær á bók, meðan Leno burturav livir av inntøkuni, sum hann fær við at vera stand-up komikari. Tann inntøkan er eisini áljóðandi 20 milliónir dollarar um árið - tríggjar ferðir tað hann fær fyri at vera í talk-show.

Sandra Bullock er fallin fyri tí blaðunga sjónleikaranum, Ryan Gosling, sum hon hitti undir upptøkunum til filmin " Murder by numbers". Hon er 38, og hann er 22.

Slaturin gongur heitur um, at eisini Darryl Hannað skal verða vorðin so troytt at hinum kyninum, at hon hevur kastað seg yvir ein av sínum egna.
Um nakað hald er í hesum ella ikki, sigur søgan onki um, men pástandirnir eru komni fram eftir, at hon hevði latið seg avmyndað í eini sera frekari myndarøð saman við tí lesbisku modellini Jenny Shimuzu. Og myndarøðin var til eitt bøssablað. Og tað var so nóg mikið til, at slaturin fór at ganga.