Vinnulívsfólk, sum grovliga misrøkja sínar skyldur, skulu kunna setast í karantenu. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Sonja Jógvansdóttir hevur reist hendan spurningin í Løgtinginum, og fyri trimum árum síðani samtykti Løgtingið einmælt, at broyta konkurslógina, har eitt endamál við broytingini skuldi vera, at vinnulívsfólk, sum mirsøkja sínar skyldur grovliga, kunnu verða sett í karantenu.
Sostatt kunnu tey ikki vera við í vinnuligum virksemi í eina tíð. Tað merkir, at persónar, sum eru í karantenu kunnu ikki vera í leiðsluni í einum vinnufelag, og tað fevnir eisini um strámannavirksemi.
Men nú einki her hent í trý ár, hevur hon spurt løgmann, hvussu gongur við hesum arbeiðnum.
Løgmaður sigur, at 12 oktober í 2016 sendi hann danska løgmálaráðnum skriv um samtyktina í Løgtinginum.
Í juni 2017 setti løgmálaráðið ein arbeiðsbólk at gera eina nýggja rættargangslóg fyri Føroyar. Hetta er eitt arbeiði, sum er so krevjandi, at tað var neyðugt at leggja annað til viks til tað verður liðugt.
Men Løgmaður sigur, at nú er tað um at vera liðugt og í hesum døgum leggur Løgmálaráðið seinastu hond á tað við tí endamáli at leggja rættargangslógina fyri Løgtingið í heyst.
– Vit hava boðað løgmálaráðnum frá, at vit vilja, at arbeiðið at broyta konkurslógina verður byrjað, tá lógaruppskotið um rættargangslógini er liðugt, sigur Løgmaður.
Tí væntar hann, at arbeiðið at broyta konkurslógina kann byrja seinni í heyst, og at uppskot um hetta kann leggjast fyri Løgtingið um eitt gott ár.