Tað skal sleppa at standa sína roynd

Hendrik Old fer at leggja uppskot fyri tingið um lata íløgustuðulin halda fram

?Tað skal sleppa at standa sína roynd. Fái eg ikki fleiri við mær geri eg tað einsamallur.

Hendrik Old fer nú at royna at fáa fleiri tingmenn saman við sær um at leggja uppskot fyri tingið um at seta íløgustuðulin til djúpvatnstrolararnar í gildið aftur í nøkur ár afturat.

Hann sigur, at eydnast tað ikki at fáa fleiri við, fer hann at gera tað einsamallur, tí nú skal tað standa sína roynd.

? Hatta eru so stór, samfelagslig virði, tað snýr seg um, at tað ber ikki til at ganga og bíða, til alt er steðgað upp og trolararnir farnir, sigur hann.


Geva nógv mest arbeiði

Henrik Old vísir á, at djúpvatnstrolararnir er tann skipabólkur, sum kastar nógv mest arbeiði av sær.

?Teir avreiða allan fiskin í Føroyum og tað fer at kalla ikki ein stertur uttanlands.

? Harafturat verður allur fiskurin virkaður í Føroyum tí tað verður onki flutt óvirkað av landinum. Og nøgdirnar eru stórar og av tí sama kasta teir nógvar arbeiðstímar av sær á landi.

? Men afturat tí skal leggjast, at bátarnir eru dýrir at reka.

? Og tað merkir, at teir krevja nógv viðlíkahald og nógva útgerð. Tað kastar so aftur nógv arbeiði av sær til skipasmiðjur, trolvirki og annað.

? Teir brúka eisini nógva olju og útvega nógva fiskavøru til flutnings og eisini tað skapar arbeiði.

Hendrik Old vísir eisini á, at djúpvatnstrolararnir fiska fiskasløg, sum vit annars ikki fáa fatur á tí ongin annar fiskar tey.

? Tí eru tað øgiligur pengar, teir kasta av sær til samfelagið.


Halda fram ella halda uppat

Hendrik Old sigur, at spurningurin er nú:

?Skulu djúpvatnstrolararnir halda fram, ella skulu teir halda uppat?

? Er Løgtingið ikki sinnað at bjargað teimum, og teir fara, er vanlukkan fullkomin, bara tí vit skulu spara nakrar fáa milliónir í fyrra endanum, uttan tanka fyri, at samfelagið fær tær fleiri ferðir aftur í hinum endanum.

? Tað verður eitt óbótaligt bakkast fyri ávís øki í landinum og tær smáu kommunurnar, sum bátarnir hoyra til.

? Tað nytta ikki at taka trolararnar burturúr heildini og siga, at teir bera seg ikki og so mugu teir sigla sín egna sjógv. Tað er neyðugt at síggja teir í eini heild og at meta teir útfrá tí virði, teir kasta av saær til samfelagið, alt í alt, sigur løgtingsmaðurin úr Vági.


Má ikki Henda

Hendrik old sigur, at hann tí fer at gera eina roynd at bjarga djúpvatnstrolarunum, tí tað má ikki henda, at teir fara, sigur hann.

Sostatt fer hann at royna at finna aðrar ?góðar kreftir?í tinginum, sum hann tekur til, at vita, um tey ikki kunnu vera fleiri um at leggja eitt uppskot fram um at lata íløgustuðulin halda fram eina tíð afturat.

? Men um neyðugt fari eg at gera tað einsamallur, leggur hann afturat.

Hann sigur, at uppskotið allarhelst fer at ganga út upp á, at lata íløgustuðulin halda fram óbroyttan í tvey ár afturat, men at minka hann so líðandi í tvey ár afturat, so at hann er heilt burtur um fýra ár.

? So fáa vit at síggja, hvussu samfelagið sær út um fýra ár. Tað er so lætt at siga, at vit skulu leggja ætlanir 15 ár fram í tíðina, men tað er ikki altíð so lætt í fiskivinnuni, tí tú veitst ongantíð, hvat fer at henda.

? Hvør sigur, at vit fiska kongafisk um 15 ár, og ikki okkurt heilt annað? Hvør droymdi t.d. um gulllaks fyri 15 árum síðani?

Men hava teir ikki alla tíðina vitað av, at íløgustuðulin skuldi halda uppat nú?

? Jú, øll hava vitað, at íløgustuðulin var avmarkaður til fimm ár.

? Men tað var ikki teirra avgerð, sum átti djúpvatnstrolararnar.

? Tí teir gjørdu vart við, at tað var neyðugt, at hann helt fram. Men tað var løgtingið sum gjørdi av, at íløgustuðulin skuldi vera avmarkaður til fimm ár.

Hendrik Old vísir eisini á, at missa vit hesar trolarrnir, eru teir farnir í allar ævir, tí tað kemur ikki uppá tal, at nakar fer at byggja nýggj skip, tí tey kosta ov nógv og hava ongan møguleika at bera seg, tá ið tað knípur hjá hesum, sum standa í nøkrum fáum milliónum.

Er tað ikki ein loysn at geva teimum eina hjáveiðikvotu av toski og hýsu afturat?

? Sum er kunnu teir hava 4% av toski og hýsu sum hjáveiði.

? Eftir, hvat skilst, er ætlanin at umrokna tað til eitt fast tonsatal.

? Men tað gevur teimum ikki meiri tosk, enn teir hava havt.

? Ella er tað ætlanin at fáa teir longur inn á grunnarnar, nú vit, við tógvið stríð, hava fingið teir út á djúpt vatn, so at tað, so dánt er friður á grunninum.

? Eg veit ikki, hvat ætlanin er. Har eru nógv ivamál at fáa greiði á, sigur Hendrik Old.