Tað skal verða bíligari at búgva í Føroyum

- Prísirnir í Føroyum skulu lækkast!

Tað er endamáli við einum uppskoti, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið.

Ætlanin er at fáa Løgtingið at samtykkja at áleggja landsstýrinum at koma við ítøkiligum politiskum tiltøkum um at lækka prísstøðið í Føroyum, segði Rigmor Dam, tá ið hon legði uppskotið fra.

Hon sigur, at orsøkirnar til, at alt er so dýrt í Føroyum, kunnu vera fleiri, eitt nú einstáttaður innflutningur, flutningskostnaður, avgjøld, ógjøgnumskygni, vantandi kapping og eftirlit.

Nú eru enn fleiri príshækkingar fyri framman, bæði hjá SEV, í Heilsutrygd og Als.

Hetta kemur afturat eini vanligari príshækking upp á 2-3% og tí heldur Javnaðarflokkurin, at munagóð tiltøk mugu setast í verk sum skjótast, bæði fyri at bøta um trivnaðin í landinum, fyri at fyribyrgja fólkaflyting og fyri at eggja fólki at flyta til Føroyar.

- Vit hoyra javnan um ymsar orsøkir til høga prísstøðið í Føroyum, men sjáldan ítøkilig uppskot til, hvussu vit politiskt kunnu bøta um hetta.

- Eisini eru nógvar søgur, sum ikki verða eftirkannaðar, eitt nú at avgjøldini skulu vera so høg í Føroyu, at aðrir marknaðir ikki eru áhugaðir í føroyska marknaðinum, og at danir krevja, at vit brúka teirra dýrkandi millumlið.

Javnaðarflokkurin heldur, at tað er umráðandi at kanna, um hetta veruliga er so, og hvussu vit kunnu bøta um støðuna.

Flokkurin skjýtur up at hesar kanningarnar verða fíggjaðar við at lækka ferðaendurgjaldið hjá politikarunum.