Hóast Göran Persson ikki fer frá sum floksformaður fyrr enn í vár, er stríðið um formansstarvið longu byrjað. Tey flestu vilja hava eina kvinnu í starvið, men tær best umtóktu vilja ikki.
Valúrslitið sunnudagin var tað ringasta hjá svensku sosialdemokratunum í 85 ár, og tað tykist tí greitt, at flokkinum tørvar eitt ella annað serstakt fyri at koma fyri seg aftur. Eitt uppskot kundi verið at velja eina kvinnu til formann, tí síðani flokkurin varð stovnaður fyri 117 árum síðani, hava bara menn sitið í formansstarvinum.
Tað eru eisini fleiri, sum tala fyri, at flokkurin eigur at velja sær eina kvinnu til formann, tá Göran Persson fer frá í vár.
-Stundin er komin til at velja eina kvinnu í formansstarvið. Meginparturin av okkara veljarum eru kvinnur, og vit eiga at vísa teimum, at vit taka tær í álvara, sigur sosialdemokratiski ES-tinglimurin Inger Segelström við Aftonbladet.
Wallström best egnað
Flestu eygleiðarar eru á einum máli um, at tann best skikkaða kvinnan til formansstarvið í sosialdemokratiska flokkinum er tann 51 ára gamla Margot Wallström, sum er varaformaður í ES-nevndini. Hon hevur leingi verið umrødd sum eftirmaður hjá Göran Persson, men síðani 1999 hevur hon hildið seg uttan fyri svenskan politikk, tí tey bæði sótu ikki so væl um sátt.
Ein kanning hjá svensku bløðunum í gjár vísti, at tey flestu vilja hava Margot Wallström at taka við. Tað sama siga fleiri leiðandi sosialdemokratar, men sjálv hevur hon fyrr víst hugskotinum frá sær. Spurningurin er, um hon broytir hugsan, nú Persson fer frá.
-Tað frøir meg, at fólk hava so stórt álit á mær, segði Margot Wallström í gjár, men skundaði sær at leggja afturat, at sum er hevur hon bestan hugin at fullføra arbeiði sítt í ES-nevndini.
Ikki í Ríkisdegnum
-Margot verður floksformaður, um hon vil, men eg eri ikki vísur í, at hon vil hava starvið, sigur ein ónevndur aðalstjórnarlimur við Svenska Dagbladet. Onnur halda, at hon hevur tann trupulleika, at hon situr ikki í Ríkisdegnum, og at flokkurin kann ikki hava ein leiðara, sum ikki er tinglimur.
Tað er tann 53 ára gamla Wanja Lundby-Wallin heldur ikki. Hon er formaður í fakliga landsfelagsskapinum og hevur verið nevnd sum komandi floksformaður, men sambært Svenska Dagbladet ætlar hon sær ikki at stilla upp.
Ein onnur kvinna verður nevnd. Tað er tann 49 ára gamla Mona Sahlin. Fyri tíggju árum síðani royndi hon at fáa formansstarvið, men tapti fyri Göran Persson. Síðani hevur hon havt eina heldur baldruta tíð orsakað av ymsum gølum, men tey seinastu árini hevur hon verið ráðharri og tykist hava fingið náði innanfloks. Kortini verður hon ikki hildin at hava sama umdømi í flokkinum sum fyri tíggju árum síðani.
Aðrar kvinnur, sum verða nevndar, eru tann 42 ára gamla Carin Jamtin, sum er ráðharri í menningarmnálum, og tann 38 ára gamli samferðslumálaráðharrin Ulrica Messing. Tær hava tó neyvan tær neyðugu royndirnar til formansstarvið.
Aftur ein maður?
Skuldi tað hent, at Margot Wallström stendur við sítt, og at Mona Sahlin verður vrakað, kann tað væl henda, at maður kemur í mans stað.
Tað er heldur einki at ivast í, at fleiri fara at bjóða seg fram at taka við eftir Persson í vár. Ein teirra er løgmálaráðharrin, tann 44 ára gamli Thomas Bodström. Men hann hevur tann veikleika, at hann er rættiliga nýggjur í flokkinum.
Aðrir, sum verða nevndir, eru 43 ára gamli fíggjarmálaráðharrin, Per Nuder, og tann 41 ára gamli vinnumálaráðharrin, Thomas Östros. Teir hava verið í flokkinum leingi, men eru ikki so kendir almet. Kortini verða teir mettir sum formansevni.