Skulu almennar stovnar flytast úr Havn og kring um í landinum, skal tað vera í eini heildarætlan. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Hann vísir á, at onkrir stovnar eru fluttir úr Havnini, men tað hevur ikki verið sum eitt lið í eini heildarætlan, og tað heldur hann, at vit eiga at koma burtur úr.
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at fyri tveimum árum síðani samtykti Løgtingið, at landsstýrið skuldi gera eina frágreiðing um, hvussu almennir stovnar kunnu staðsetast kring landið, og nú vildi hann hava at vita, hvussu gongur við hesi frágreiðing.
Løgmaður sigur, at feskasta dømi er, at almenna tunlafelagið skal flytast inn til Runavíkar, og tað verður nú í vár. Men hann heldur, at tað rættasta hevði kanska verið at havt eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um hetta.
Hann sigur, at hetta er ein áhugaverdur spurningur, sum landsstýrið eigur at taka í álvara eitt nú við at flyta akademisk størv út um landið, og at flyta størv, sum ikki eru akademisk til Havnar fyri at fáa fjølbroytni, so at ikki øll akademisk størv verða miðsavnað í Havn.
Eitt annað dømi er Taks og Almannaverkið, sum hava fyrisitingar kring landið. Hann heldur, at Suðuroyggin er í eini serligari støðu. Men tá ið stovnar verða fluttir, er vandi fyri, at fólk ikki vilja flyta við, og so hvørvir øll vitanin.
Bjørt Samuelsen heldur, at vit skulu vera varin at flyta stovnar, men hon heldur, at tá ið almenn størv verða lýst leyst, eigur at verða umhugsað at skipa størvini kring landið, tí nú eru samskiftismøguleikarnir so góðir, at tað ber væl til hjá fólki á bygd at arbeiða fyri ein stovn í Havn.
Jacob Vestergaard heldur, at vansin er, at slík mál drukna í aðalorðaskiftum og frágreiðingum, tí tað broytir einki. Einasti máti er rætt og slætt at taka avgerð um, at leggja ein stovn onkustaðni, har tað verður hildið at vera skilagott.