– Tað er bæði ótíðarhóskandi og ódemokratiskt, at vit hava eina lóg í gildi, sum bannar gudsspottan.
Tað halda tey í Humanistafelag Føroya.
Jens Arni Leo Hammerfoss í Humanistafelagnum, sigur í eini fráboðan í morgun, at tað er eisini ímóti okkara rættartrygd og teimum felags norðurlendsku frælsisvirðunum, at vit hava eina slíka lóg.
Tí hava tey norðurlendsku humanistafeløgini nú sent danska løgmálaráðnum eitt felags mótmæli ímóti, at lógin er í gildi, eisini í Føroyum.
Jens Arni Leo Hammerfoss sigur, at tað eru trý Norðurlond, sum hava eina lóg um gudsspottan, nevniliga Danmark, Føroyar og Finnland.
– Í flestu førum eru lóggávan hvílandi ella sett úr gildi. Men nýliga varð lógin tikin í brúk aftur í Dannark, tá ið ein maður brendi eina Koran, og síðani er maðurin ákærdur fyri gudsspottan.
– Við at hava eina lóg um gudsspottan, stuðla vit óbeinleiðis teimum londum, har revsingin fyri gudsspottan er hættislig. Samstundis verður trúarfrælsi, og framsøgufrælsi, skert til frama fyri nakrar ávísar trúarbólkar í samfelagnum, sigur Jens Arni Leo Hammerfoss, sum er nevndarlimur í Humanistafelag Føroya, og sum var við á felags norðurlendska fundinum, sum var í Helsinki fyri stuttum, og har mótmælisskrivið varð samtykt.
– Lóggávan skal verja framsøgufrælsið hjá tí einstaka og verja tað einstaka menniskja ímóti haturstalu og hatursmisbroti. Ein og hvør skal hava rætt til at finnast at øllum sjónarmiðum, eisini tá ið atfinningarnar tykjast óhøviskar, stendur í mótmælinum til danska løgmálaráðið.
Jens Arni Leo Hammerfoss sigur, at vit í Norðanlondum hava eina serstaka skyldu at ganga undan at vísa á, at tað kann ikki góðtakast, at fólk verða revsað tí tey gera seg inn á, ella særa, gudar ella átrúnaðir.
Aðrastaðni í heiminum er deyðarevsing fyri at spotta guð, og við ikki at fordøma, og seta lógina úr gildi her hjá okkum, taka vit óbeinleiðis undir við slíkari revsing, sigur felagið í mótmælinum, sum er undirskrivað av humanistafelagnum og gudloysifelagnum í Finnlandi, umframt av humanistafelafgnum í Svøríki, Noregi, Danmark, Føroyum og Íslandi.