Tað skal vera spennandi at búgva í Føroyum

Eingin býr í Føroyum av praktiskum orsøkum!
Men skulu vit klára okkum í kappingini er neyðugt, at tað er líka spennandi at búgva í Føroyum sum aðrastaðni.

Theodor Eli Dam Olsen
valevni Javnaðarfloksins


Skulu vit fáa fólk at koma heimaftur til Føroya, er sjálvandi týdningarmikið, at okkara sosialu skipanir og bústaðarviðurskifti eru vælvirkandi, og at prísstøðið og skattatrýstið ikki hækka.
Men eitt er mammon og marknaðarmekanismur – annað er menniskjað og mentanarligu marknaðarkreftirnar.
Sjálvandi skulu sosialar skipanir og karmarnir hjá einum sunnum vinnulívi vera til staðar. Og tað vilja vit eisini virka fyri.
Men eins og Churchill gamli ikki vildi gloyma mentanina í Bretlandi undir seinna veraldarbardaga, - tí tað var mentanini, tey bardust fyri - á sama hátt eiga vit at viðurkenna, at uttan eina sterka mentan fáa vit ikki fólk heimaftur.

Víðskygni og mentan
Vit vilja virka fyri, at Føroyar gerast spennandi at búgva í, so vit vinna í globaliseringini, tá talan er um at fáa fólk heimaftur. Her er neyðugt, at vit gera okkum greitt, hvat krevst fyri at fáa fólk at trívast í Føroyum.
Hetta kann m.a. ein sterk mentan eggja til.
Víðskygni og ein fræls kjakmentan eru grundsúlur undir einum fólkaræði.
Tað er tí týdningarmikið, at vit stuðla eini frælsari mentan, opnum orðaskifti, fríum fjølmiðlum, vælvirkandi fólkaupplýsing, stimbrandi list og eini sterkari fólkakirkju.
Uttan eina livandi list og mennandi mentan verður tað ikki nóg spennandi at búgva í Føroyum. Og tað eigur tað at vera!