Tað skrædnaði í toppinum

Toppliðini vunnu, og tey trý næstu á talvuni megnaðu einki at fáa burturúr, tá ið tey spældu á útivølli

Fótbóltur

 

Hesa ferð eydnaðist tað báðum teimum fremstu at vinna fulla úrtøku, og í báðum førum var tað eftir miklan turbolens.

Oddaliðið EB/Streymur megnaði eftir hvíldina at venda 0-2 til 3-2. Tað boðar frá sjálvsáliti og sinniligum yvirskoti. Avrikið í 1. hálvleiki boðar eisini frá, at EB/Streymur er at tosa við, og at avrikið avgjørt ikki er støðugt og oddaliði verdugt.

HB endaði við at vinna trivaligan 3-0 sigur á meistarunum í NSÍ. Turbolensurin var stórur, áðrenn sigurin var fingin til høldar. Tríggir landsliðsspælarar kendu sviðan av avgerðum hjá HB venjaranum, áðrenn tað sum í ævintýrinum endaði heilt gott: Jákup á Borg varð settur frá starvinum sum liðformaður, og Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen vórðu settir út á beinkinum. Eisini í tí førinum endaði tað sum í ævintýrinum, tí Christian Høgni Jacobsen, sum leingi hevur havt ilt við at finna málið, skoraði tvey tey seinastu HB málini.

 

Tey næstu taptu

ÍF, NSÍ og B36 eru á trimum teimum næstu plássunum. Felags fyri tey øll trý var, at tey hesa ferð vóru á útivølli og einki fingu burturúr. Tað kann væl vera, at tað eisini er felags fyri tey øll trý, at tey kundu kenna seg eiga betri uppiborið enn tap.

Marginalirnir hava higartil verið serliga lítið í parti við væl uppløgdu fuglfirðingunum. ÍF hevur tíggju stig, og um alt hevði havt spælt við, og úrtøkan hevði verið eftir avrikum og vild, so kundi stigatalið kanska havt verið á hædd við tað, sum tað er hjá oddaliðunum. Tað er júst í støðum, tá ið vónbrotini eru stór, at sinniliga styrkin skal vísa seg, sum kann bera langt fram á støðutalvuni.

Støðan hjá NSÍ minnir ikki sørt um tað sama. Á heimavølli ímóti EB/Streymi kendu meistararnir seg hava spælt væl, men teir taptu 2-0. Í Gundadali í gjár spældu teir væl í 1. hálvleiki, men úrslitið var 3-0 heimasigur. Tað vil siga, at meistararnir hava spælt væl í meiri enn tveir hálvleikir, og úrslitið hevur verið einki stig og málmunurin 0-5! Tað krevur stóra mentala styrki at takla sovornan veruleika.

Stórur spenningur var undan B36 ferðini til Klaksvíkar. Árstalsfelagið hevði frammanundan bara spælt í Gundadali, har úrslitini bæði í landskappingini og steypakappingini hava verið góð. Hesa ferð megnaði B36 ikki at vinna úrtøku. Yvirvágin í 2. hálvleiki bar eitt mál við sær, og tað var eitt ov lítið til at fáa stig við.

Tølini siga, at B36 hevur trupulleikar við málskjótingini, og harvið at talan framvegis er um hol eftir Sylla. B36 er á triðja plássi við tíggju stigum fyri sjey dystir. Higartil hevur B36 skorað níggju mál ella ikki nógv meiri enn eitt í miðal hvørja ferð.

 

Skála og B71 í botni

Í Klaksvík og á Toftum draga tey hesa vikuna andan eitt sindur lættari, enn tey frammanundan hava gjørt. Munurin niður til strikuna hjá KÍ og B68 er – sum hjá Víkingi – trý stig ella í hvussu so er eitt umfar.

Í botninum eru B71 og Skála, og tað kann væl vera, at tað fer at verða strævið hjá hesum báðum at vinna seg burtur úr hóttanini av niðurflyting. Tað kann fara at skrædna í botninum, men tað verður tíðin, sum fer at vísa, hvussu tað verður við tí.