Tað slepst ikki undan

So avgjørd er Condoleezza Rice, trygdarráðgevi hjá George W. Bush, forseta. Samstundis ávara alt fleiri amerikanska forsetan ímóti at fullføra ætlan sína

USA-Irak
Árni Joensen

Tað var í samrøðu við bretska BBC, at Condoleezza Rice segði, at USA sleppur ikki undan kríggi við Irak, tí amerikanska stjórnin hevur ikki annað í at velja enn at taka eina endaliga uppgerð við Saddam Hussein, forseta. Í samrøðuni segði hon, at minst tvær ferðir hevur Irak roynt at útvega sær kjarnorkuvápn, men hon segði kortini ikki, nær hetta hevur verið.
Condoleezza Rice verður vanliga mett at hava somu hugsjónir sum Dick Cheney, varaforseti og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, sum báðir taka undir við at reka Saddam Hussein frá.
? Hetta er ein óndur maður, sum er til reiðar at gera sínum egna fólki og sínum grannalondum ilt. Fær hann fatur á hópoyðingarvápnum, fer hann at raka okkum øll. Grundgevingarnar fyri at fáa eitt leiðsluskifti í Irak eru fleiri og góðar, segði Condoleezza Rice. Hon vísti á, at irakski leiðarin hevur nýtt kemisk vápn ímóti sínum egna fólki og ímóti sínum grannum, og at hann hevur myrt irakar í túsundatali. Harafturat gevur hann loftverjuni boð um at skjóta eftir flogførum, sum hava eftirlit við flogbanninum hjá ST, og í samráðingum við ST letst hann, sum var tað hann, sum vann Flógvakríggið.
? Søgan hevur fleiri dømi um, at líkasæla kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri heimin, ávaraði Condoleezza Rice.

Ávara ímóti
Brent Scrowcroft, sum var trygdarráðgevi hjá George Bush eldra, ávarar harafturímóti tann yngra Bush ímóti at leypa á Irak. Í ein-ari grein í blaðnum Wall Street Journal skrivar Brent Scowcroft, at eitt amerikanskt álop á Irak hevði borið í sær, at heimurin hevði gloymt bardagan ímóti yvirganginum.
? Tað, sum verri er, er, at allur heimurin er næstan á einum máli um, at tað hevði verið skeivt at lopið á Irak nú, skrivar gamli trygdarráðgevin.
Í Bretlandi veksur mótstøðan ímóti amerikansku álopsætlanini støðugt. Tann harðasta atfinningin higartil kom frá tí roynda Labour-politikaranum Gerald Kaufman í einari grein í blaðnum The Spectator í vikuni:
? Bush, sum er tann minst vitandi amerikanski forsetin, sum eg havi hitt í mínum politiska lívi, er umgyrdur av ráðgevum, hvørs krígshugur ber boð um tvørrandi politiskan, hernaðarligan og diplomatiskan kunnleika, skrivaði Gerald Kaufman.
Samstundis vísir tað seg, at kurdarnir í Irak hava lítlan og ongan hug at taka undir við amerikansku álopsætlanunum. Teir bera ótta fyri, at teir verða sleptir upp á fjall. Blaðið New York Times skrivaði í gjár, at tá umboð fyri útlagnu iraksku andstøðuna vóru í Washington seinasta vikuskiftið, hevði amerikanska stjórnin boðið tí máttmikla kurdaleiðaranum Massoud Barzani við á fundin, men hann tók ikki av innbjóðingini.
Amerikanskir hernaðarráðgevar hava fyrr sagt, at júst kurdarnir í Norðurirak eru ein týðandi liður í amerikansku ætlanini at fella Saddam Hussein.