Oyggjaleikirnir verða nevndir teir vinarligu leikirnir, men vinarlagið steðgar á leikvøllunum. Tá ræður um at vinna. At basa mótstøðumanninum, at fáa hann niður við nakkanum, og sjálvur at náa so langt fram sum gjørligt.
Og Føroyar hava staðið seg hampuliga væl, tá talan er um at vinna á Oyggjaleikum. Talið á heiðursmerkjum hevur varierað nakað, men á seinastu leikunum fingu føroyingar besta úrslitið nakrantíð, og spurningurin er nú, um Føroyar kunnu vinna sína besta endustøðu á Oyggjaleikunum nakrantíð, tá ið leikirnir verða hildnir á Álandi.
- Leikirnir verða róptir "Vinarligu leikirnir", og tað eru teir alla staðni uttan á leikvøllinum. Har eru tað ítróttafólk, sum kappast fyri at vinna. So sjálvt um leikirnir hava nógv at siga mentunarliga og fyri sambandið millum oyggjar, er eingin ivi í, at tá tað kemur til sjálva kappingina, snýr tað seg um at vinna. Og hetta er júst ítróttur- at vit virða tær avtalaðu spælireglurnar og gera okkara besta á leikvøllinum, so vit kunnu vera vinir uttanfyri, sigur Sølvi Reinert Hansen, ítróttarforseti
Trupult at vinna heilt fram
Føroyar vunnu fyrsta gullmerkið á Guernsey í 1987, og tá ið leikirnir vóru hildnir í Føroyum árið eftir komu Føroyar eisini við í bólkin var vertslondum, sum klára seg væl.
Seinastu tveir Oyggjaleikirnar hava Føroya staðið seg væl, og á Rhodos seinast vunnu Føroyar fleiri gullmerki enn nakrantíð áður.
- Seinastu 5 leikirnar hava vit fingið millum 28 og 55 heiðursmerki, harav 6 til 24 hava verið gullmerkið. Eftirsum tvey ár eru millum leikirnar, er sera trupult at meta um støðið hjá hinum oyggjunum samanborið við okkara støði, sigur Sølvi Reinert Hansen.
- Vit hava fingið fimleikin við aftur. Hann hevur vanliga givið okkum fleiri heiðursmerki. Vit vita, at svimjararnir og bogaskjúttarnir eru væl fyri. Samstundis er framgongd at síggja innan t.d. judo. Samlaða støðan verður gjørd upp eftir vunnum gullmerkjum. Seinast fingu vit 24 gullmerki, meðan Rodos á øðrum plássi fekk 26, og Jersey fekk 30 gullmerkir. So har er ikki so langt upp til hini. Men talan er um gullmerki, so har skal eitt øgiligt avrik til fyri at vinna hvørt tað einasta av teimum.
Heiðursmerki nógv at siga
Men spurningurin er so, hvat heiðursmerkini - og serliga tey úr gulli – hava at siga fyri leikirnar, ítróttargreinarnar og ítróttarfólkini.
- Øll, sum fáast við ítrótt á høgum støði, droyma um at vinna heiðursmerki. So persónliga hava heiðursmerkini nógv at siga. Hjá ítróttagreinunum hava tey eisini nógv at siga, eftirsum tey bera boð um, á hvørjum støði ítróttafólkini eru í mun til hinar oyggjarnar, sigur Sølvi Reinert Hansen.
- Annars verður vanliga ikki gjørt so nógv burturúr samlaðu heiðursmerkjakappingini, eftirsum kappingargreinarnar eru so nógvar, og støðið broytist millum leikirnar. Við samanlagt 3.200 ítróttafólkum er trupult at leggja eina ætlan fyri, hvussu vit skulu vinna fleiri heiðursmerki enn hini. Men føroysku ítróttagreinirnar hava so lagt alla orku í at fáa eitt so gott úrslit sum til ber, heldur ítróttarforsetin.