1. Jákup Mikkelsen, B36 (41 dystir/0 mál)
Fekk ringast hugsandi byrjanina, tá hann eftir bara 50 sekundum forerdi vertunum fyrsta málið, men spældi seg tó væl upp. Hevði í trimum førum stórbjargingar, sum forðaðu einum enn størri tapi, og spældi sum heild væl í 93 minuttir. Men tað verður fyrsta málið, sum verður hangandi í minninum um dystin.
3. Mortan úr Hørg, VB (4/0)
Tóktist plasera seg betri á vøllinum, enn hann hevur gjørt í undanfarnu dystunum, og tí varð hann ikki eins ofta yvirspældur. Hevði tó nakrar ferðir lyndi at selja seg, tá mótstøðumenn bjóðaðu av, men stríddist allan dystin á tamb fyrimyndarligt.
4. Johan Byrial Hansen, AC Horsens (15/0)
Fekk mest sum alt fyri eitt ein snudd í beinið, og mátti geva plássið til Atla Danielsen. Stutta tíðin á vøllinum ger, at avrikið illa kann metast.
5. Jón Rói Jacobsen, Frem (25/0)
Var saman við Óla Johannesen í føroysku miðverjuni, sum aftur hesa ferð tóktist rættiliga sterk. Hevði tó afturleggingina, sum kostaði fyrsta málið, men tað er helst ikki nakað, sum Jón Rói skal lastast fyri. Tykist enn ikki vera heilt so tryggur í avspælinum, sum hann hevur verið, men í luftspælinum er hann vorðin ein alt meira týðandi brikkur í føroyska spælinum.
6. Rógvi Jacobsen, SønderjyskE (36/6)
Á dú, á dú. Tvær ferðir hevði Rógvi gyltan møguleika at javna, men hetta eydnaðist tíverri ikki. Var tó avgjørt ein av bestu føroysku spælarunum, og hóast sera stórt arbeiðsøki, so megnaði hann væl at binda miðvøll og álop saman. Er hartil so krútsterkur í luftspælinum, at hann altíð er eitt av vandamestu vápnunum, tá Føroyar spæla.
7. Fróði Benjaminsen, B36 (35/2)
Var saman við Inga Højsted á sentrala miðvøllinum, og sum heild má sigast, at talan var um ein av bestu landsdystunum hjá Fróða í langa tíð. Vann hópin av bóltum á miðvøllinum, og megnaði aloftast eisini at spæla hesar skilagott víðari. Eisini hóast tað enn er rúm fyri framrættaða driv'inum í spælinum, sum hann áður hevur sýnt á landsliðnum. Hevði hartil eisini tvær royndir móti málinum, harav serliga tann seinna gav málverjanum trupulleikar.
9. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (25/2)
Var rættiliga framrættaður á kantinum, og við í nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti.
Tordi eisini væl at bjóða av ein móti einum, og fleiri ferðir eydnaðist eisini at koma fram við mótstøðumanninum. Innleggini kundu tó verið bæði hvassari og harðari, men sum heild var Christian Høgni avgjørt ein av fremstu føroysku spælarunum.
10. Claus Bech Jørgensen, Coventry CFC (9/1)
Var aftur hesa ferð á vinstra borði, og royndi støðugt at skapa nøkur gjøgnumbrot í síni síðu. Hetta eydnaðist tó ikki eins ofta, sum vit eru von við, men við góða spælskilinum var Claus kortini ein av teimum, sum føroyska spælið ofta snaraði um.
11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (22/1)
Stríddist væl í til tíðir troystarsleysa leiklitinum sum fremsti maður. Var einar tvær ferðir um at koma í skotstøðu, uttan at hetta tó eydnaðist. Sum heild má sigast, at hann stóð royndina hampuliga væl, og ikki minst telur eginleikin at halda upp á bóltin rætta vegin.
13. Óli Johannesen, TB (76/1)
Skiparin á føroysku landsliðsskútuni sýndi enn einaferð, at hann so ruddiliga eigur plássið í miðverjuni. Var aloftast sera tryggur, tá bóltar skuldu vinnast, og eisini í nærdystinum sýndi hann likamliga styrki, sum ísraelar ikki høvdu møguleika at matcha.
14. Ingi Højsted, B36 (4/0)
Var ein av allar bestu føroysku spælarunum, og spældi seg hesa ferð meira ella minni til sjálvskrivað pláss á landsliðsmiðvøllinum. Góða spælskiliði ger, at hann ofta er tann, sum er byrjanin til føroysk álop, og hóast lítil av vøkstri, so var hann maðurin, sum aloftast fór sigrandi úr nærdystunum. Nakað sum eisini kom til sjóndar, tá hann tvær ferðir var atvoldin til gul ísraelsk kort - umframt at Ingi eisini sjálvur fekk eitt av slagnum.
2. Atli Danielsen, KÍ (12/0)
Kom tíðliga í dystinum á vøllin fyri Johan Byrial Hansen, og sum heild tóktist hann røkja uppgávuna væl. Ikki minst telir tað rætta vegin, at hann er somikið góður bóltspælari, at han megnar at byrja uppspælið úr verjuplássinum, og plaseringsevnini kompensera ofta fyri vantandi skjótleikan. Var tó í einum føri eftir steðgin óskettin, soleiðis at ísraelar fingu upplagdan møguleika.
12. Jónhard Frederiksberg, Skála (10/0)
Kom á vøllin fyri Andrew seinastu 25 minuttirnar, og arbeidda allar hesar sera hart. Kreftirnar hjá føroyska liðnum vóru tó um at ganga undan um hetta mundið, og tí var ógvuliga avmarkað, hvat var at síggja til dygdir hansara.
15. Símun Samuelsen, Keflavík (3/1)
Fekk seinasta lítla korterið á vøllinum, og markeraði hetta við sínum fyrsta landsliðsmáli, sum tó kanska var eins nógv sjálvmál. Tíðin á vøllinum var sum so ov stutt til nakra eftirmeting, men málið togar í øllum førum rætta vegin.