Tað størsta nakrantíð

– Hetta er nógv tað størsta, eg nakrantíð havi upplivað sum badmintonspælari, segði Brynhild Carlsson, tá hon saman við Sigrun Smith hevði vunnið avgerandi tvímansleikin hjá kvinnum, ið gav badminton gullið í liðfinaluni ímóti Grønlandi

Tær gjørdu tað gott og vístu í avgerandi løtu, hvussu sterkt føroyskt badminton stendur á Oyggjaleikunum á Álandi. Brynhild Carlsson og Sigrun Smith vistu ikki, hvat tær skuldu siga, tá teirra sigur til samanlagda 3-1 sigurin á Grønlandi var veruleiki.

– Hetta er bara so gott, skríggjaði Brynhild, ið ikki eina løtu var í iva um, at hetta var hennara størsta løta: – Hetta er heilt sikkurt tað størsta, eg havi upplivað sum badmintonspælari, segði hon.

Eisini Sigrun strálaði sum ein sól og valdi enntá at gera fyrstu viðmerkingina á føroyskum: – Hetta er bara fínasta slag. Eg vildi hetta bara so nógv, so tíbetur fekk eg hálað meg sjálva uppaftur, segði hon.

Báðar vóru tær samdar um, at sigurin og gullið kunnu geva kærkomið sjálvsálit til komandi dystirnar, hóast tær ásannaðu, at tað neyvan fær verið nógv betri, enn tað var í gjárkvøldið.

 

Tóku av

Jóhannes Ellingsgaard frá Badmintonsambandinum var eisini ovurfegin og ikki minst errin av kvinnunum, ið megnaðu at vísa stóra styrki, tá harðast leikaði á:

– Tað var fantastiskt at síggja, hvussu tær spældu henda dystin. Ikki minst var tað stuttligt at síggja Brynhild, hvussu ósmæðin hon var og bara koyrdi á. Møguleikin var her og vit tóku hann, segði Jóhannes.

Somuleiðis var Guri Poulsen, sum ikki var við í nøkrum av finaludystunum, ovurfegin og glað: – Hetta er ordiliga lekkurt og uttan iva størsta løtan nakrantíð fyri føroyskt badminton. Tað er ringt at seta orð á tað, og vit eru bara so megaglað, segði hon.

– Hetta gevur okkum nakað eyka at taka við til einstaklingakappingina, tá hon byrjar. Nú skulu vit bara hava ein hvíludag ímillum, og so herja vit á aftur við nýggjum kreftum.

 

Alt riggaði

Absalon Eysturoy, sum eisini hevði frí í finaludystinum ímóti Grønlandi, men saman við hinum livdi við og heppaði alla somlu tíðina uttan fyri vøllin, var himmalfegin um gullið:

– Hetta tykist, sum at vit hava fingið nøkur ting at rigga í evstu løtu. Vit hava frá byrjan spælt ímóti nøkrum torførum liðum, men vit hava hølvað alt av. Og her at enda sóu vit Brynhild Carlsson gera eitt útmerkað arbeiði saman við Sigrun ímóti tveimum sera góðum grønlendskum spælarum, segði Absalon.

– Grønland hevur fyrireikað seg uppá at møtt okkum og gjørt sítt heimaarbeiði, men allíkavæl megnaðu vit at taka tey á bóli og vinna gullið. Nú eru vit komin á eina góða bylgju, so nú ræður um at ríða á henni víðari í kappingini.