Snorri Brend, sum er 60 ára gamal og býr á Viðareiði, arbeiðir sum stuðul innan Almannaverkið. In.fo hevur sett honum nakrar spurningar um nyggjárshald, um árið sum fer og um ætlanir fyri árið, sum nú er beint hinumegin hornið.
Keypir tú fýrverk?
- Fyrr, tá genturnar vóru yngri, keyptu vit altíð eitt sindur av fýrverki. Nú halda tær ársskiftið saman við sínum vinum. So, nei, tað verður neyvan eg sum geri fýrverkssølurnar ríkar hesaferð.
Hvar heldur tú nýggjár í ár, og hvat verður gjørt burturúr?
- Vit halda nýggjárið á Viðareiði. Sjálvi gera vit ikki tað stóra burturúr, og tað er fyri sovítt heldur ikki neyðugt, tí her í bygdini verður tú altíð boðin út at halda nýggjár saman við øðrum. Eg fari sjáldan langt av leið, tí eg skal spæla urgu í Viðareiðis kirkju nýggársaftan klokkan 17 og aftur nýggjársdag klokkan 12.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2018?
- Eg kann líta aftur á eitt hendingarríkt ár, bæði heima við hús, í mínum arbeiðslívi og á tí persónliga/andaliga økinum. Í fyrstu atløgu vil eg nevna, at eg aftur í ár gjørdist abbi, tá elsta dótturin átti sonin Mika. Hann er eitt líka so stórt undur sum fýra ára gamla systir hansara, Aurora. Somuleiðis upplivdi eg enn einaferð at gerast mammubeiggi í heyst, tá yngsta systir okkara, Bjørg, átti son sín Jóhann í september.
Snorri Brend sigur, at í aðru atløgu er tað gleðin um, at hann sjálvur kundi halda ein stóran 60 ára føðingardag í Missiónshúsinum á Viðareiði.
- Hetta var ein góður dagur, sum vísti, at eg eigi vinir kring alt landið. Meðan eg nú eri við Missiónshúsið, kann eg nevna, at vit her á Viðareiði hava eitt PODAS-toymi, har vit 11 hvørja viku fáa góðan andaligan íblástur til gerandisdag okkara í dagsins samfelagi.
Í triðju atløgu, sigur Snorri Brend, at hann ikki sleppur undan at nevna ta stórhending, tá arbeiðsplássið hjá honum - Gloym meg ei - í summar flutti í nýumvæld og snotilig høli í Klaksvík.
- Her hava vit nú fingið bestu umstøður at fremja okkara arbeiði millum fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Ein partur av hesum arbeiði er at gera útvarpssendingar til R7.
Í fjórða lagi ynskir Snorri Brend at skoyta uppí, at tað var stuttligt at fylgja við gongdini hjá barndómsfelagi hansara HB og teirra góðu úrslitum í ár. Tað kundi ikki enda við nøkrum øðrum enn tí 23. meistaraheitinum í søguni hjá felagnum.
- Fyri ikki at troytta nakran skal eg steðga her. Men, eg kann tó ikki lata vera við at nevna eina aðra serstaka hending – kanska ta størstu í 2018! – tá eg fekk tosað opið og erligt og biðið um fyrigeving við ein bróður í Harranum um eitt mál, ið hevði skilt okkum í eini átta ár. Áh, den forloysing og áh den lætti, tá vit báðir kundu geva hvørjum øðrum hondina og eitt gott andaligt klemm og síðani fara glaðir og eydnusamir til húsa aftur. Eg lætnaði minst 10 kilo hesa løtuna!
Og hvat var tað keðiligasta í 2018?
- Eg eri so heppin, at eg havi eitt sera lætt og positivt sinni. So, tja, eg dugi ikki rættiliga at finna nakað keðiligt sum hevur tyngt meg alvorligt í 2108.
Hevur tú sett tær nakað serstakt mál fyri 2019?
- Treyðugt so havi eg, eins og mong onnur, sett mær nøkur mál at røkka í 2019. Eitt er at vera meiri eg sjálvur og seta míni mørk, hugsa meiri um míni nærmastu – og annars at vera eitt positivt innslag mótvegis teimum menniskjum, ið eg møti heima, í arbeiði og í frítíðini, sigur Snorri Brend.