Tað stuttligast er Góðan Morgun Føroyar

Næmingar í Vágs skúla eru farnir í starvsvenjing í viku 5 og 6.

Bára í Lágabø er starvsnæmingar í Kringvarpi Føroya. Hon møtir kl 09.00 tíðina hvønn morgun, og er liðug kl. 15.00-16.00.

- Tað er áhugavert at verða í starvsvenjing í Kringvarpinum. Tað er stuttligt og spennandi, men tað kann blíva eitt sindur keðiligt, men soleiðis er við øllum, sigur Bára.

- Tað stuttligasta við at verða í KVF er uttan iva Góðan morgun Føroyar.

- Fólkini eru ógvuliga fitt, og tey tóku væl í móti mær. Øll hava verið blíð, og sera hjálpsom. Eg valdi KVF, tí eg vildi royna okkurt nýtt. Eg havi altíð dámað væl at tosa, og tað gera tey alla tíðina í Kringvarpinum, so tað riggar bara heilt fínt, sigur starvsnæmingurin.

- Um eg skuldi arbeitt í Kringvarpinum, so hevði eg viljað arbeitt í útvarpinum. Sjónvarpið er eisini kul, men útvarpssendingarnar eru tær stuttligastu. Men mær dámar best í Suðuroynni, so tað er nokk har eg fari at royna at arbeiða, sigur Bára.

- Ja, eg kann viðmæla øðrum at fara í starvsvenjing í KVF