Helgi Abrahamsen
So upplivdu vit tað aftur! Løgtingið viðgjørdi týsdagin eitt uppskot um barnafrádrátt til einsamallar uppihaldarar, og tá viðgerðin hevði vart eina løtu, var orðaskiftið bent inn á spurningin um, hvat landskassin hevur ráð til, sum støðan er.
Og so hendi tað aftur...
Ein av tinglimum Tjóðveldisfloksins fór upp á røðarapallin við eini av sínum afturvendandi søgum um, at tá ríkisstuðulin var uppá tað hægsta, vóru umstøðurnar hjá tí veikasta bólkinum í samfelagnum ringast.
Boðskapurin var ikki til at misskilja. Tinglimurin vildi hava fólk at trúgva, at vit hava betri ráð til vælferðartænastur nú, enn vit høvdu áðrenn blokkstuðulin minkaði. Ella sagt við øðrum orðum: Blokkstuðulin tryggjar onga vælferð í Føroyum.
Tvey avgerandi viðurskifti
Tað sum hesin tinglimurin segði, kann í besta føri kallast villleiðing. Tað eru nevniliga tvey grundleggjandi viðurskifti sum eru avgerandi fyri, hvussu høgar ella lágar pensjónir og aðrar almennar veitingar kunnu vera. Fyri tað fyrsta er hetta ein spurningur um raðfestingar. (Hvussu velja politikarar at býta almennu pengarnar út, sum teir eru settir at umsita)? Og fyri tað næsta, er tað eisini ein spurningur um, hvussu nógvar pengar teir hava at býta.
Tað at nógvir pengar eru í kassanum er í sær sjálvum ikki nøkur trygd fyri, at øll fáa nóg mikið. Men harvið er ikki sagt, at tað kann vera líkamikið um kassin er fullur ella tómur.
Skeivar raðfestingar
At raðfestingarnar mangan kundu verið øðrvísi enn tær hava verið, kunnu øll vera samd um. Men eg skilji ikki, at fullveldislandsstýrið kundi fáa seg til, við fríðum vilja, at biðja um at fáa eina minni upphædd at býta, fyri síðani at billa fólki inn, at hetta kom onga ávirkan at fáa á, hvussu nógv bleiv í part. Nei tvørturímóti siga tey nú, at niðurskurðurin er beinleiðis orsøkin til, at fólk fáa meira frá tí almenna, enn tey annars høvdu fingið.
Hygg bara eftir 80-unum, verður sagt sum ræðudømi um, hvussu galið tað kann ganga, tá nógvir pengar eru í samfelagnum. Og so gloyma tey at siga, at trupulleikin í 80-unum var ikki, at inntøkurnar vóru ov høgar, men heldur at raðfestingarnar á útreiðslusíðuni vóru skeivar.
Sera einfalt
At rokna við pengum er ikki so innviklað sum summi royna at gera tað til. Leggur tú eina krónu í ein pengakassa, og tvær krónur í ein annan pengakassa, so kanst tú taka eina krónu úr kassanum, sum tú legði eina krónu í, og tvær krónur úr hinum kassanum. Talið av krónum, sum tú kanst taka úr kassanum er altíð avmarkað til upphæddina, sum tú fyrst legði niður í kassan.
Tingfólk Tjóðveldisfloksins kunnu ikki loyva sær at billa fólki inn, at talið av krónum, sum fer niður í landskassan, onga ávirkan hevur á, hvussu nógv vit kunnu taka úr kassanum aftur.