Tá Sundaberg sakk

Í næstum kemur bók út um hendingina, tá Sundaberg sakk í 1972

Heitið á bókini er “Tá Sundaberg sakk”, og er tað Birgir Waag Høgnesen, sum hevur skrivað bóknia.

 

Sundaberg sakk við Ný Foundland í 1972. Við skipinum vóru 38 mans, sum allir vórðu bjargaðir.

 

Í bókini verður fylgt við skipinum frá tí, at tað verður bygt á skipasmiðju í Týsklandi í 1952, til tað søkkur í 1972. Talan er um trolaran Nordhav 5, Jóannes Fonsdal og Sundaberg, sum er sama skip. Høvuðsparturin er um, tá ið Sundaberg sakk, men fylgt verður eisini við skipinum, frá bygging til vestmenningar keypa tað frá norðmonnum. Síðan er ein partur um tíðarskeiðið, tá ið vestmenningar áttu trolaran, og til teir mistu hann, og J.F.Kjølbro keypti skipið.