Í dag hevur poppsangarin Reiley – Rani Petersen úr Havn – útgivið nýggjan sang og nýtt video. Sangurin kallast »Superman« og er sambært Reiley tann mest persónligi sangurin, hann nakrantíð hevur skrivað og útgivið.
– »Superman« snýr seg um vónbrot. Pápi mín var mín stóra fyrimynd, tá ið eg vaks upp, men tað vísti seg, at hann var bara eitt menniskja, sigur Reiley um sangin.
– Eg havi ongantíð áður kent meg vera so erligan og viðkvæman sum við hesum sanginum. Eg havi ongantíð áður heilt hetta við nakran, sigur hann.
Reiley hevur sáttmála við amerikanska plátufelagið Atlantic Records. Hann hevur áður útgivið sangin »Let It Ring«.
Niðanfyri kanst tú síggja nýggja videolagið »Superman«.
##med2##