Tað svarta lambið

Føroyingar hava ein merkiligan vana altíð at loypa á leistum, tá ið onkur útlendskur serfrøðingur kemur higar at borðreiða við sínari serfrøði. Alt í einum síggja teir ljósið, næstan sum Paulus á sinni.

Í Vikuskiftis-Sosialinum stendur at lesa, at ein danskur serfrøðingur hevur verið her og “smuglað tað svarta lambið í bókmentum” inn á Føroyamálsdeildina. Sum skilst, eru tað krimibókmentir, sum eru tað svarta lambið.

Ikki skuldi verið neyðugt hjá einum útlendskum serfrøðingi at smugla nakað lamb inn á Føroyamálsdeildina. Tí í 2006 skrivaði Marna Jakobsen, cand.phil., høvuðsritgerð á Føroyamálsdeildini um krimibókmentir. Hon helt fyrilestur á deildini um evnið í 2006, og í Varðanum bd. 73, sum kom hetta sama árið, varð hesin fyrilestur prentaður. So heilt nýtt er tað ikki, at hatta lambið hevur ligið á biti á Fróðskaparsetrinum, um enn tað kanska ikki hevur verið hagfast.

Men kanska hevur lambið havt ilt við at hagfestast, tí í handbókini “Hugtøk í bókmentafrøði” verða krimisøgur lýstar sum “Slag av lættisoppabókmentum, har alskyns brotsverk, verða lýst, morð, njósning, smugling o.a., men lítið verður gjørt við orsøkirnar til brotsverkini, sálarlívið hjá brotsmanninum ella samfelagsligu umstøður hansara.”

Kanska er lambið beitt av haga.