Tað tók ein tíma

Sum so ofta fyrr í vetur, var trettandi dysturin hjá unga KÍF-liðnum ikki serliga drúgvur. Tað tók Drátti ein tíma at vinna 3-0 í ítróttarhøllini á Giljanesi í gjárkvøldið, og spenningurin var púrt eingin.
Mest dramatiska løtan var beinanvegin í fyrsta setti, tá hevarin hjá Drátti, Maja Popovic, var áhaldsin og koykti sær fótin. Hon mátti lata seg skifta út og kom ikki innaftur.
Hetta var annars ein dystur, har fleiri av teimum føstu sluppu at hvíla seg, og aðrar sluppu framat, men tað vísti seg ikki at gera mun, tí Dráttur vann trygt – enntá tað nógva upp á servurnar