Tá Teitur lærdi John Mayer at spæla urgu

Á sínum facebook-vanga hevur Teitur í dag forvitnisliga, og kanska søguliga, mynd.

 

Hetta er mynd, har tveir ungir tónleikarar hugna sær. Teitur Lassen og tá komandi heimsstjørnan John Mayer hugna sær, og Teitur skrivar, at hann roynur at læra John Mayer at spæla urgu.

 

Teitur skrivar:

 

When I taught John Mayer to play my Indian harmonium and he decided to stick with guitar. Backstage somewhere in US, 2003.

 

Harmonium unsetir Sprotin til stovuorgul, so teksturin kann á føroyskum ljóða nakað soleiðis: Tá eg lærdi John Mayer at spæla stovuurgu, men hann avgjørdi at halda seg til guitaran. Handan pallin onkrastaðni í US í 2003.

 

Tað var ein tíð, har Teitur ferðaðist úti í heimi í langa tíð við sínum tónleiki, fekk plátusáttmála við stórt felag, og millum annað ferðaðist Teitur saman við John Mayer.

 

Myndin er forvitnislig, ikki minst í tónleikasøguligum høpi. Teitur hevur undanvind, eisini úti í heimi, og John Mayer telist í dag millum stóru stjørnurnar á altjóða tónleikahválvinum.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir av facebook-vanganum hjá John Mayer, har John  Mayer sæst saman við heimsstjørnum, sum t.d. Rolling Stones, Barbaru Streisand, Stevie Wonder, Eric Clapton, Ed Sheeran og Justin Bieber.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##