Ta tjóðskaparligu semjuna fyrst og so samráðingar við Danmark

Føroyingar eru væl og virðiliga tjóð sambært fólkarættinum og kunnu til eina og hvørja tíð avgera sína egnu støðu í heiminum. Trupulleikin er bara, at føroyingar hava ongantíð samtykt, at teir eru tjóð við hesum rætti. Tað kann gerast í føroysku grundlógini. Har er lykilin til eina søguliga tjóðskaparliga semju tvørtur um flokspolitisk mørk, sum kann styrkja føroyingar munandi í eini nýggjari samráðing um framtíðarstøðu Føroya, kom fram á grundlógarráðstevnuni

Ein grundlógarráðstevna var í Norðurlandahúsinum í farnu viku. Niðurstøðan av stevnuni var, at tað er als ikki so ómøguligt at finna eina semju millum føroyingar í tjóðskaparliga spurninginum, sum tað viðhvørt tykist. Politisku flokkarnir gerast alt meira samdir um, at Føroyar eru eitt land, at føroyingar eru ein tjóð, og at føroyska tjóðin sambært altjóðarættarligum reglum hevur rætt til at avgera sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Avbjóðingin nú tykist vera at fáa hetta staðfest innanhýsis í Føroyum í eini semju tvørtur um flokspolitisk mørk. Tann møguleikin er avgjørt til staðar, tí við broytta setninginum hjá grundlógararnevndini er fullveldisspurningurin lagdur til viks og kjakið um, hvussu føroyingar fata og vilja skipa Føroyar, settur ovast á dagsskránna.
Føroyingar vóru í 2000 í Keypmannahavn og royndu at fáa donsku stjórnina at taka undir við einum sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum skuldi áseta, at londini vóru javnsett fullveldisríki í kongsfelagsskapi, og at fólkini í londunum skuldu hava felags borgararætt hvør hjá øðrum. Sum kunnugt endaðu hesar samráðingar úrslitaleysar, tí føroyska samráðingarnevndin staðfesti, at danska stjórnin vildi ikki viðurkenna føroyingar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum. Sambært danskari fatan eru føroyingar ein bólkur av fólkum undir donskum statsrætti í eindarríkinum Danmark, sum kann sleppa úr ríkinum, um hann vil. Hetta síðsta stendur tó ongastaðni skrivað. Tað hava danskir politikarar bara givið óbindandi lyfti um, tá teir hava verið spurdir, men føroyingar hava einaferð fyrr valt at tikið fullveldi, og tá fingu teir tað ikki.
Tann stóra styrkin
Kjakið um sjálvsavgerðarrættin og tjóðskaparligu viðurkenningina hevur higartil virkað ikki sørt akademiskt og háfloygt. Tá ikki annað var at sláast um við danir, kundi sjálvsavgerðarrætturin altíð takast upp úr skuffini, og so kundi tjóðskaparliga slagsmálið haldast í kók á tann hátt. Men eftir tí at døma, sum varð ført fram á grundlógarráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, liggur avgjørda styrki føroyinga í eini nýggjari samráðingarstøðu og lykilin til tjóðskaparligu semjuna júst í sjálvsavgerðarrættinum. Allir doktarar og professarar á ráðstevnuni søgdu seg ikki ivast í, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært fólkarættinum. Har er onki at kjakast um. Vit hava eitt greitt avmarkað landøki. Vit hava egið mál. Vit hava egna mentan. Vit eru so ruddiliga serstøk tjóð, halda norskir, svenskir, finskir, íslendskir, kanadiskir og amerikanskir serfrøðingar.
Innanhýsis í Føroyum er eisini semja um, at føroyingar sjálvir avgera sína egnu lagnu í heimssamfelagnum. Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ivast ikki. Tað ger Javnaðarflokkurin heldur ikki. Sambandsflokkurin er nýliga farin at nýta orðið tjóð í síni stevnuskrá. Ósemjan um tjóðina er sostatt burtur. Føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, halda allir flokkar. Tað vil siga, at vit sambært okkara egnu fatan ikki eru nakað so óítøkiligt sum eitt selvstyrende folkesamfund, sum danir skíra okkum í heimastýrislógini. Vit fata okkum ikki sum fólk avbyrgd í donskum statsrætti við ongum rættindum her í verðini. Vit eru heimsborgarar við fullum rætti til at avgera okkara egnu framtíðarstøðu.
Tjóð í skaldskapinum
Trupulleikin er bara, at vit hava ongantíð sagt hetta. Vit hava ikki boðað ST frá, at vit eru tjóð við teimum rættindum, sum tjóðir hava. Vit hava heldur ikki skrivað í nakran sáttmála við Danmark, at vit eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, sum til eina og hvørja tíð kann avgera at taka fullveldi, um tað skal vera. Vit hava ongantíð tikið okkum um reiggj og samtykt, at vit eru ein tjóð. Kenslan av at vera serstøk tjóð livir bara í okkara hjørtum og í skaldskapinum. Men tað er ikki nóg mikið. Tað kunnu hvørki vit ella nakar annar brúka til so nógv, tí vilja vit verða tikin í álvara, mugu vit tala, og vit mugu tala greitt. Tað kunnu vit gera við at orða okkara egnu grundlóg og í henni siga, hvørji vit eru, hvørji okkara rættindi eru, hvat landøki okkara er, hvussu vit vilja stjórna okkara landi, hvør støða okkara er nú, og hvussu mannagongdin skal vera, um vit vilja úr verandi støðu og eitt nú skipa okkum sum fullveldi.
Her er lykilin til tjóðskaparligu semjuna. Her er gylti møguleikin til at jarða alt túnatos um, at føroyingar eru nakað sum helst annað enn ein tjóð við rætti til at stjórna sær sjálvum, tí tað kunnu vit, um vit vilja. Jóan Pauli Joensen, formaður í grundlógarnevndini, segði á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, at viljin til at kjakast um føroysku grundlógina er stórur millum føroyskar politikarar. Hann hevði higartil eygleitt í grundlógararbeiðinum, at politikararnir heilt gloymdu flokspolitiskar ósemjur og brúktu sunnan fornuft, tá teir tosaðu um, hvussu føroyingar skulu skipa seg í egnum landi. Eitt stuttligt dømi um hetta var, at forkvinna Sambandsfloksins einaferð sannførd hevði sagt okkurt, men seinni mátti taka hetta aftur, tí hon kom í tankar um, at hon var sambandskona og tí ikki kundi meina tað, hon hevði sagt. Hetta sigur ikki so lítið. Ein grundleggjandi semja býr undir øllum politiskum kegli í hesum landi, men partapolitikkurin er mjørkin, sum ger, at henda semjan ikki sæst.
Avgerandi lógargreinin
Avjóðingin nú verður at uppdyrka ta tjóðskaparligu semjuna í grundlógararbeiðinum, soleiðis sum Hans Pauli Strøm, skrivari í Javnaðarflokkinum, vísti á í sínum fyrilestri á ráðstevnuni. At byrja við kundu tey, sum fara undir aftur arbeiðið, gjørt eina dispositión. Hvat skal standa í grundlógini? Hvat skal koma fyrst? Har kann ikki vera nakar ivi. Tann tjóðskaparliga semjan skal standa ovast. Áhugavert hevði verið at frætt, um nakar hevur nakað ímóti, at fyrsta grein í føroysku grundlógini fær nøkulunda hetta orðaljóðið: Føroyingar eru tjóð við ómissandi sjálvsavgerðarrætti sambært fólkarættinum. Landið hjá føroysku tjóðini er Føroyar, og evsta valdið í Føroyum hevur føroyska tjóðin. Stýrislagið í Føroyum er fólkaræðisligt. Lóggevandi valdið er løgtingið. Útinnandi valdið er landsstýrið. Dømandi valdið er rætturin. Føroyska tjóðin kann lata øðrum vald at umsita fyri seg, men tekur hetta vald aftur, tá hon vil.
Hetta er fólkaræðið Føroyar, sum her verður lýst og staðfest. Tað skal sjálvandi samtykkjast á eini fólkaatkvøðu. Men munurin á tí, vit hava í dag, og tí, sum vit eftir eina fólkaatkvøðu um grundlógina fáa, er eitt fólkaræði, sum vit sjálv hava lýst og samtykt, og ikki okkurt hissini heimastýri, sum danskarar av náði hava latið okkum í eini 55 ára gamlari fólkatingslóg. Tað skuldi verið løgið, um ikki minst 70 prosent av føroysku tjóðini tóku undir við semjuni um fólkaræðið Føroyar. Men vit skulu ikki vera góðvarin og halda, at semjan fæst í lag lættliga, tí enn er tann fatanin sterk í Føroyum, at tað at gera føroyska grundlóg er at gera seg inn á ta donsku.
Trekir juristar og spírin
Føroyskir juristar, sum eru upplærdir í donskum statsrætti, førdu júst hetta sjónarmiðið fram á kjakfundi í útvarpshøllini eftir grundlógarráðstevnuna. Teir fingu seg illa at skilja, at ein føroysk grundlóg er ein møguleiki, tá tann danska finst, og vóru eitt sindur forhánisligur um ætlanirnar at smíða grundlóg. Teirra sjónarmið mintu um sjónarmiðini, sum konservativir prestar hava ført fram í sambandi við kirkjuyvirtøkuna. Alt er so tvørligt, tí tann danska grundlógin er til. Jóan Pauli Joensen kundi ikki bara sær og skírdi advokatarnar forknýttar. Ímóti endanum á kjakfundinum kom tó vend í. Eftir at fleiri høvdu talað ímóti hesi konservatismu, fór formaðurin í Javnaðarflokkinum á føtur og segði seg vera sannførdan um, at ein føroysk grundlóg er lykilin til eina søguliga tjóðskaparliga semju millum føroyingar. Leyst og liðugt var. Advokatarmir mest at kalla kúvendu og góðtóku at gera grundlóg fyri at uppnáa hesa semju.
Spírin til tjóðskaparligu semjuna, sum nú nærkast, var fyrilesturin, sum Hans Pauli Strøm helt á grundlógarráðstevnuni. Í fyrilestrinum skrivar hann, at í staðin fyri at halda fram undir heimastýrisskipanini, sum ongin politiskur flokkur longur heldur vera nøktandi, eiga viðurskiftini millum Føroyar og Danmark at verða ásett og lýst í einum sjálvstýrissáttmála landanna millum. Hesin sáttmálin skal fáa altjóðarættarligt virði. Tað vil siga, at relatiónirnar millum Føroyar og Danmark skulu flytast úr donskum statsrætti yvir í fólkarættin. Sjálvstýrissáttmálin verður sambært Hans Paula Strøm ein politiskur sáttmáli millum tvey sjálvstøðug lond, sum viðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis partar í einum felagsskapi. Hann skal viðurkenna føroyingar sum tjóð og Føroyar sum land. Hann skal áseta, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært fólkarættinum, og hvussu føroyingar kunnu fara úr felagsskapinum. Fortreytin fyri at gera sáttmálan er tó, at arbeiðið við føroysku grundlógini førir til tjóðskaparliga semju millum føroyingar fyrst, heldur Hans Pauli Strøm. Við eini tjóðskaparligari semju í ryggsekkinum standa føroyingar sterkari enn nakrantíð, tá samráðast skal av nýggjum um framtíðarstøðuna. Hvat danir og danska grundlógin siga, er og verður ein trupulleiki, sum danir sjálvir mugu loysa.