Fyrsta felagið, sum spældi seg víðari úr fyrsta umfari í kappingini um nýggja løgmanssteypið, var B36. Í góðveðrinum seinnapartin hevði árstalsfelagið í Gundadali vitjan av B71, sum spælir í triði bestu deildini.
Sandoyingar eru á veg aftur um Skopunarfjørð við 6-0 tapi.
Trivaligi favorittsigurin varð tryggjaður í fyrra hálvleiki. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan 5-0.
Tað mesta av seinna hálvleiki var talan um tómgongd. B36 spældi seg til eina rúgvu av møguleikum, men tað var bara ta einu ferðina, at tað varð mál. Hannes Agnarsson legði innfyri, og Patrik Johannesen sendi við høvdinum bóltin í málið og staðfesti harvið heimasigurin við tennisúrslitinum 6-0.
B71 helt tørn til miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá var tað Róaldur Jakobsen, ið eftir fríspark og returbólt, sum setti hol á, og so gekk tað skjótt: Patrik Johannesen økti tveir minuttir seinni til 2-0 við stútara, Patrik Johannesen økti til 3-0 við beinleiðis frísparki, og hann økti eisini til 4-0, áðrenn Philip Lund tveir minuttir undan steðginum skoraði til 5-0.
Stóri málskjúttin var harvið Patrik Johannesen, sum skoraði trý mál. Hannes Agnarsson var eyðsýndur, tá ið hann legði upp til fleiri av málunum.
Klokkan 18 spæla Undrið og KÍ í Gundadali.