Hósdagur 19. januar. Tað er síðsta freist fyri løgtingsvalinum. Stýrisskipanarlógin sigur, at val verður hildið fjórða hvørt ár, og løgtingsval var 19. januar í 2008.
Spurningurin er, um løgtingsvalið verður 19. januar, ella um valið verður í heyst. Í mikudagsblaðnum søgdu umboð fyri allar sjey flokkarnar sína meining um hetta. Løgmaður segði seg hava 19. januar sum valdag, og at hann í heyst roknar við góðum kjaki um kommunala bygnaðin og burðardygga fiskivinnu.
Burtursæð frá varaløgmanni, sum segði seg rokna við valdegi í nánd av 19. januar, so søgdu hinir politikararnir seg ynskja val í heyst, men hjá fleiri livir vónin um, at tað heldur enn til valstríð skal eydnast at brúka heystið at loysa stóru málini, sum leingi hava bíðað, eitt nú kommunala bygnaðin og fiskivinnuna.
Royndirnar fyri fýra árum síðani vóru, at tað bar ikki til við seriøsum politiskum arbeiði, tá ið valið nærkaðist. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og landsstýrismenninir hjá honum fyrireikaðu fleiri stórpolitisk mál, sum ætlanin var skuldu avgreiðast fyrstu vikurnar eftir ársskiftið, men tað kiksaði.
ABC vóru í samgongu, og fleiri av teimum, sum vóru í samgongu, tóku undir við andstøðuni í, at valfepurin var so mikið høgur í tingsalinum, at tað ikki var ráðiligt at viðgera lógaruppskot. Tí var einki annað hjá løgmanni at gera enn at útskriva valið.
Áðrenn 18. august vera tvey stór mál viðgjørd í tinginum. Løgmaður fyrireikar í hesum døgum løgmansrøðuna, og tá ið hann um eina viku fer at bera hana fram, fer hann at hava møguleika at vísa, at tað ikki liggur so frammarlaga í hansara huga at profilera seg sjálvan í valstríði.
Í vikuni eftir Ólavsøku verður løgmansrøðan á skránni, og so eru tað fiskidagarnir. Løgmansrøðan og hesar báðar viðgerðirnar vera góð ábending um politiska temperaturin.
Um tað vísir seg, at alt verður elektriskt, so eigur løgmaður at útskriva val. Um hann ikki ger tað, so hevur tingið møguleika at samtykkja uppskot um nýval. Tað vil vísa seg, um tingið átekur sær henda leiklutin, um tað verður hildið at vera neyðugt.
Verður valið úrskrivað í heyst, so kann tað væl vera, at tað verður týsdagin 8. november. Henda dagin hava nógv val áður verið.
Fyri fýra árum síðani varð tað hildið at vera óheppið, at valstríðið leikaði um jólini og nýggjárið. Hesum slepst undan, um valið verður í heyst, og tá slepst undan at brúka fíggjarlógina sum valagn, tí tá kann nýggja tingið samtykkja hana við grundarlagi í karminum, sum tingið samtykti í vár.
Tá ið alt kemur til alt, so valdast tað um seriøsitetin. Floksagi, liðond og breiðar semjur hava ikki verið vørumerki hetta valskeiðið. Næstu vikurnar fara at vísa, um vit skulu rokna við broytingum.