Tað var ein óheppin misskijling

Brúkaraumboðið heldur, at talan er um eina óhepna misskiljing av gávubrævinum frá Vodafone, sum fólk hava savnað saman at keypa fyri. Brúkaraumboðið hevur fingið fyrispurning um lýsingarherferð hjá Vodafone í sambandi við gávubræv borið út til húski í Eysturoy og Norðoyggjum.

Brúkaraumboðið metir, at talan er um ein óhepna miskiljing av tilboðnum og at gávubrævið er avmarkað til eitt fyri hvørt viðskiftafólk. Tí kunnu fólk ikki savna sær lepar saman at keypa fyri.

Brúkaraumboðið hevur fingið at vita frá City og Vodafone, at feløgini vilja tó víðka møguleikarnar við gávubrævinum, soleiðis at viðskiftafólk eisini kunnu brúka gávubrævið til keyp av teldum. Tó framvegis avmarkað til eitt gávubræv pr. viðskiftafólk.

Brúkarumboðið ger ikki meira við málið.