Fótbóltur
Fyri toftamenn er skráin ikki serliga vinalig. Nú seks umfør eru farin, hevur B68 bara spælt tvær ferðir á heimavølli, og næstu ferð skulu teir aftur spæla á útivølli.
Undanfarnu árini hevur tað serliga verið á útivølli, at B68 hevur roynst væl, meðan úrtøkan burturúr heimadystunum hevur verið lakari. Soleiðis hevur ikki verið higartil í ár. Men eftir trý útitap eydnaðist tað fyri viku síðani at fara úr Runavík við 2-2. Á heimavølli hevur úrtøkan verið so góð, sum tað ber til: Trý stig ímóti AB og hesa ferð trý stig ímóti KÍ.
Í fleiri av undanfarnu umførunum hevur óroynda liðið úr Klaksvík kent seg ikki at hava marginalirnar við sær. Tá ið trúføstu áskoðararnir – teir eru framvegis lutfalsliga nógvir – seint seinnapartin í gjár fóru av Svangaskarði, var tað ikki við fatanini av, at marginalirnir høvdu verið í parti við mótstøðuliðnum.
Serliga í 1. hálvleiki var munurin heilt stórur. Tað stemmaði illa hjá teimum bláu og hvítu. Tað er ikki undur í, at tapini bera við sær, at sjálvsálitið minkar. Og tað ber aftur við sær, at eftiransingarnar ikki eru so avgjørdar, at færri bjóða seg til, og at bólthaldarin harvið oftari verður kroystur at taka løttu loysnina, sum er at sparka í staðin fyri at spæla, og so er tað so skjótt, at mótstøðuliðið aftur er omaná.
KÍ venjararnir hava valt at givið nógvum blaðungum og óroyndum monnum møguleikan. Onkrir av teimum eldru fáa ikki spælt, tí teir eru skaddir, men millum teirra, sum alla tíðina hitaðu beinkin í góðveðrinum á Svangaskarði, vóru spælarar við royndum, og sum heilt víst kundu lyft hugburðin. Eitt nú Oddmar á Lakjuni.
Høvdu fleiri møguleikar
Onkra ferðina tók Vlada Filipovic bóltin, men KÍ hevði ongan orduligan málmøguleika.
Felagi hansara í KÍ málinum hevði meiri at gera. Fleiri ferðir vísti Jákup Mikkelsen, at hann framvegis er ein fínur aftasti skansi, og fyri gestirnar var tað væl sloppið, at heimaliðið bara var frammanfyri við einum máli, tá ið teir fóru at hvíla seg.
Leiðslumálið skoraði Keita fimm minuttir fyri hálvleik. Hann tveitti seg fram og stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir at unglingaspælarin Jóan Símun Edmundsson hevði sneitt framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann legði innfyri.
Í 2. hálvleiki royndi KÍ at leggja meiri fyri í álopspartinum. Men tyngdin og broddurin vóru lítil, og í hinum endanum vóru fleiri vandastøður í góðum mótálopum. Tá ið ein tími var farin, skoraði B68 til 2-0, og so var spenningurin burtur. Ein av nýggju monnunum, Niklas Joensen, sum var vongverji í høgru, stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir at hin vongverjin, liðformaðurin Øssur Hansen, hegnisliga hevði lagt fríspark innfyri úr høgru.
Løtu seinni varð málskjúttin vístur av vølli, tí dómarin metti, at hann hevði taklað ov harðliga. Harvið vóru klaksvíkingar fyri aðru ferð í eina viku síðstu minuttirnar yvirmannaðir á útivølli, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað teimum at spæla seg til møguleikar og at skjóta mál!