Tað var ferðaætlanin ikki Másin

Sambært Norðlýsinum í gjár var Másin ikki nóg fínur til starvsfólkini hjá Strandferðsluni, tá tey vóru útferð í Svínoy leygardagin. Men sambært stjóranum á Strandferðsluni var tað ikki Másin, sum hevði skuldina. Tað var ferðaætlanin

Í gjár skrivaði Norðlýsið á forsíðuni, at Másin ikki var nógv fínur til starvsfólkini hjá Strandferðsluni, tá tey vóru útferð í Svínoy leygardag. Fólkini hjá Strandferðsluni fóru nevniliga við Silju Star, Froyu og Alfa Pilos. Tað var tað ókeypis at sigla við Másanum og øllum øðrum oyggjaleiðum leygardagin, og tí skuldi sambært Norðlýsinum verið laga manni at siglt við Másanum til Svínoyar.

Sambært Norðlýsinum vísir hetta, at Másin ikki er nóg góður til fólkini í økinum, tí sjálvt ábyrgdarfólkini av skipinum, halda hann ikki vera nóg góðan til ein stuttleikatúr. Tí undrast Norðlýsið, at Másin skal vera nóg gott samband við umheimin hjá teimum í Fugloy og Svínoy.

Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, er als ikki samdur við Norðlýsinum.

- Vit eru ikki ov fín til Másan. Vit fóru eina útferð, sum vit fara á hvørjum ári. Úferðin varð fyriskipað av starvsfólkaleiðaranum, og hann hevði valt hendan leistin til útferðina, sigur Bogi Mortensen.

Hann leggur afturat, at tað hevði passað so illa við ferðaætlanini, tá fólk skulu koma allastaðni úr landinum. Enntá úr Suðuroy.

Men er ferðaætlanin so nóg góð, tá tað ikki ber til at koma til Svínoyar úr Suðuroy sama dag?

- Tað ber altíð til at diskutera, um ferðaætlanin er nóg góð, men vit skipa ferðaætlanina so væl, sum vit kunnu, útfrá teimum arbeiðskarmum og fíggjarkarmum, sum vit eru undirløgd, sigur Bogi Mortensen.