Nú fjøllini eru gingin og slaktið farið aftur um bak, hevur ivaleyst aftur í ár verið lívligt kjak millum flettingarmenn um hvør rætta mannagongdin er at fara fram. Líka frá strongd í seyðinum beint áðrenn fletting til hvussu krovið skal hangast upp. Eisini hava fleiri ungfólk ivaleyst roynt seg fyri fyrstu ferð framvið flettingarborðinum. Á forsíðuni í dag síggja vit hvussu ungur flettingarmaður verður upplærdur og eygleiddur av ein hesum ’gomlu føroyingunum’. Ikki tespiligt at gera feil.
Annars frættist í hesum døgum at ’okkurt’ er hent á Hotel Hafnia í Havn. Støðið er hækkað rættiliga nógv á matstovuni seinastu mánaðirnar, -sigst. Tað snýr seg um Bossen, Jørn Bossen. Nýggi danski kokkurin, ið er væl lærdur frá fínastu donsku og fronsku matstovunum, og sum at kalla longu hevur kollvelt køkin á Hafnia.
Á Hvonn í Havn hava teir eftir øllum at døma opnað nýggja barr í erva, har sum matstovan er. Ein møguleiki hjá bólkum at seta seg niður í meira friðarligum umhvørvi í tí ofta so rokuta býarlívinum.
Okkurt nýtt tykist eisini vera hent á nýggi matstovuni/cocktail-barrini Patio í Havn. Men svartir ruskposar fyri vindeyguni..?
Sum myndin sigur frá ber nú til hjá kræsnum útisetum í Danmark – og dønum ikki minst – at keypa væl dámdu hýsufløkini frá Norðfra í Norðdepli. Virkið hevur gjørt avtalu við donsku matvøru-ketuni Irma um at selja fryst hýsufløk, bæði raspaði og óraspaði. Keypti mær ein pakka frá Irma við Nørreport hendan dagin. Og væl hepnaðist! Sama góðska sum vit kenna í Føroyum.
Og so ljóðar eisini í fleiri altjóða fjølmiðlum, at matprísirnar eru á veg niður aftur eftir at hava fokið upp í loft seinasta árið. Serliga eru tað kornvørurnar, ið lækka nógv. Tað er gleðast um hjá barnafamiljum og teimum eldru. Vónandi fer hetta rák at síggjast aftur í føroysku matvøruhandlunum eisini.
Vínummælið umrøður í dag vín úr Argentina og Kili og so verður nomið við tað at goyma vín til búningar.
Matummælið viðger nakað so gerandiskent sum eplini og Bókaummælið umrøður sera áhugaverda og spildurnýggja bók um kynstrið at njóta.
Í Uppskriftini ger kokkurin og klakksvíkingurin, William West, teilendskan rísrætt til føroyskar gómar.