Hetta er sama bræv, sum vit í Miðlahúsinum longu høvdu innlit í 10. november í fjør, tá vit kunngjørdu innihaldið á Portalinum. Hetta var sama dag, sum danska fíggjarlógin var til 1. viðgerð í Fólkatinginum.
Hendan dagin sat borgarliga fylgið í Tinganesi og samráddist um eina nýggja borgarliga samgongu. Fólkaflokkin lat bara løgmann longu tá spæla við blokkstuðulshækkingini, sum tey í Fólkaflokkinum kortini ikki hava trúð uppá.
Miðlahúsið hevði fólk í Fólkatinginum hendan dagin, og har var alt sum bendi á, at einki fór at spyrjast burtur úr hesi royndini hjá løgmanni – uttan tað, at blokkurin kundi javnast við sama prosentsatsi, sum grønlendski stuðulin, sum varð javnaður við 1,4 prosentum.
Hetta hava vit skrivað fleiri ferðir – og 29. november kundu vit staðfesta eftir orðaskiftinum, tá fíggjarlógin varð til aðru viðgerð, at blokkurin bara fór at vaksa 8,6 milliónir krónur. Tá var tað, Bjarne Corydon, fíggjarmálaráðharri skar tað út í papp við hesum orðum:
»Eg havi móttikið eina fráboðan frá landsstýrinum við ynski um at hækka blokkin, og bæði danska stjórnin og eg sjálvur eru greitt av teirri fatan, at blokkstuðulin antin verður latin nominelt óbroyttur, eins og við avtalunum millum fyrrverandi donsku stjórnina og fyrrverandi landsstýrið, ella kunnu vit farmyvir gera eina prístalsviðgerð, eins og vit gera við blokkstuðlinum til Grønlendska sjálvstýrið.«
Løgmaður lætast kortini at halda, at hann fór at koma á mál við teimum 200 milliónunum, líka til 16. januar í ár, tá Helle Thorning-Schmidt endaliga fekk løgmann at skilja boðskapin frá 29. november: At blokkurin ikki kann vaksa við afturvirkandi kraft, men bara kann prístalsregulerast framyvir!