Eystari Landsrættur hevur í dag staðfest, at tað var ikki brot á grundlógina, tá Danmark staðfesti Lissabon-sáttmálan hjá ES, sum kom í gildi tann 1. desember í 2009. Teir fimm dómararnir vóru samdir um úrskurðin.
34 fólk høvdu lagt sak ímóti tí almenna, tí tey vildu vera við, at við sáttmálanum lótu danir ES avgerðarrætt á fleiri økjum, og at sáttmálin tí var í stríð við grundlógina. Men tað er ikki so, sigur eystari landsrættur.
Tí hevur landsrætturin fríkent forsætisráðharran og uttanríkisráðharran, sum tey 34 høvdu lagt sak ímóti.
Ole Krarup, sum er sakførari hjá saksøkjarunum, og sum sjálvur hevur verið limur í ES-tinginum, sigur við DR, at úrskurðurin hjá eystara landsrætti verður lagdur fyri Hægstarætt.