Fimm fólk, sum hava verið á universitetssjúkrahúsinum í Odense til kanningar, vóru ikki smittað við einum nýggjum slagi av SARS-virusi, sum læknarnir annars høvdu illgruna um upprunaliga.
Talan var um ein mann, tvær kvinnur og tvey børn. Maðurin og onnur kvinnan vóru komin úr Qatar. Nýliga vórðu tveir tilburðir av virusinum staðfestir hjá tveimum monnum í Miðeystri. Annar doyði í Saudiarabia, hin á einum sjúkrahúsi í London.
SARS-virusið gjørdi av álvara um seg í 2003 og út á summarið í 2004. Umleið 8.000 fólk vórðu smittað, og 774 teirra doyðu.