Tað varð Lotte

Tað verður Lotte Sørensen, sum skal venja kyndilskvinnurnar restina av árinum

Hondbóltur


Seinastu tíðina hevur fleiri ferðir verið skrivað um truplu støðuna viðvíkjandi venjara, sum kyndilskvinnurnar hava verið í. Frá byrjan av kappingarárinum varð Birgir Hansen settur sum venjari, men millum annað gjørdu trupulleikar at samansjóva arbeiði og venjing sítt til, at hann seint í heyst ikki helt seg til uppgávuna longur.


Lotte er sett

Síðani hevur verið leitað eftir einum hóskandi venjara, sum kundi átaka sær uppgávuna, og nú er umsíður líkt til, at hesin spurningur er loystur. Lotte K. Sørensen, sum nú á fjórða ári spælir við kyndilsliðnum, og sum harumframt eisini hevur virkað sum ungdómsvenjari í felagnum, hevur játtað at tikið sær av uppgávuni, og fyrsti venjingartími hennara var týskvøldið.


Stór frágongd

Um uppgávuna, sum nú stendur fyri framman, hevur Lotte enn ikki so nógv at siga til.

- Higartil hevur bert tann eina venjingin verið, og fyrst og fremst skulu vit líka sum koma í gongd aftur, sigur hon.

At kyndilsliðið neyvan verður ein partur av gullstríðnum í ár, tykist at kalla avgjørt longu, men hóast hetta, so nýtist árið ikki at vera spilt av teirri orsøk. Sjálv heldur Lotte, at tað nú ræður um at taka ein dyst í senn, og so síggja, hvussu langt hetta ber. Enn er vónin fyri heiðursmerkjum ikki heilt kámað burtur, men Lotte er tó fullgreið um, at uppgávan - á pappírinum í øllum førum - tykist trupul.

- So at siga øll hini liðini eru styrkt í vetrarsteðginum. VB, VIF, Neistin, Stjørnan og Tjaldur hava øll fingið tilgongd, meðan vit bara hava mist leikarar, so úrslitini hjá okkum verða kanska eins nógv tengd at, hvussu nýggju leikararnir fella til á sínum liðum.

At talan veruliga er um stóra frágongd á kyndilsliðnum er lítið at ivast í. Christina Holm hevur síðandi vetrarsteðgin spælt við VB, og til komandi uppgávurnar má liðið vera tríggjar stuðulsspælarar fyri uttan. Brynhild Klein, Jórun Ludvig og Signhild Petersen verða ikki tøkar komandi vikuskifti, og meðan tær báðar fyrst nevndu aftur verða at síggja seinni í ár, so verður Signhild verðandi uttanlands í útbúgvingarørindum.

Sum sagt, so er Lotte tó farin undir uppgávuna við góðum treysti, og hvussu langt hetta ber, fæst partvíst at vita komandi leygardag, tá Kyndil skal royna seg í lokaluppgerðini móti Neistanum.