Tað var ov lítið at fáa 10 umsóknir til alment stjórastarv

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum vil hava fleiri umsøkjarar at velja ímillum

 

 

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur nú gjørt av lýsa starvið sum stjóra á Landsverki, leyst av nýggjum.

 Lýst varð annars eftir stjóra fyrr í ár og tá komum tíggju umsóknir inn, og setanarnevndin mælti til at seta ein av teimum tíggju umsøkjarunum.

Men landsstýrismaðurin heldur, at tað var ov lítið at fáa tíggju umssóknir og tí verður starvið nú lýst leyst avnýggjum

 – Eg vóni, at vit fáa fleiri umsóknir at velja ímillum við at lýsa starvið leyst aftur, sigur Heðin Mortensen í eini fráboðan

 Tískil verður starvið sum stjóri hjá Landsverki lýst leyst enn einaferð, og verður starvið eisini lýst leyst í miðlum uttanlands.

Seinast, lýst varð eftir stjóra til Landsverk, varð upplýst at Starvið er er lønt í 39. lønarflokki eftir sáttmálanum ímillum Tænastumannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tað eru umleið 59.400 krónur um mánaðin.

Starvstíðin er trý ár, men tað skal bera tl at leingja hana í trý ár afturat, og tað fær stjórin so eina eyka viðbót fyri.