Tað var rætt politiskt at taka loyvið til Jógvan S aftur, sigur Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður við fiskivinnumálum. men hann ivaðist í, um tað var umsitingaliga rætt, og hann hevur nú fingið váttað frá Føroya rætti, at tað var tað ikki.
Sum politikari hevði eina greiða fatan av, hvat ynski var, sigur Jacob Vestergaard. Har var eingin ivi um, at hann suldi taka loyvið aftur.
Tað sma kann sigast út frá teirri niðurstøðu, landsstýrismálanevndin kom við.
Men hann sigur greitt, at hann ehvur ikki veirð undir poltiiskum t´rysti, soleiðis at skilja, at hann varð trýstur av samgongumonnum at taka ta støðu, hann tók, men helt sjálvur,a t taðv r rætt at fylgja løgtingsins vilja.
Aftan á er lætt at siga, at tað átti at verið øðrvísi. Men støðan var tann, at líka mikið hvat landsstýrismaðurin hevði gjørt í hasum málinum, hevði tað verið sagt at verið skeivt.
Jacob Vestergaard heldur, at landsstýrismálanevndin ehvur spælt sín leiklut lidnan.
Hann ehldur ikki, at tað er brúk fyri hesi nevndini meira, nú vit hava fingið Løgtingsins umboðsmann. Har kunnu slík mál viðgerast, sigur hann.
Hinvegin er ikki so nógv at seta fingurin á,av tí, han gjørdi, sigur jacob Vestergaard. Har er týðuliga staðfest, at mannagongdin hjá Fiskimálaraðnum, tá upprunaloyvið varð givið í 2002, var røtt.
Jacob Vestergaard kennir seg ikki tyngdan av málinum. Hann sigur, at hann ehvur gjørt eitt mistak, men einki ólógligt.
?Tá tú arbeiðir, hendir tað,a t tú gerst okkur mistak. men tað er s´torur munur á at gera eitt mistaks og at gera nakað ólógligt, sigur hann.