Olja
Rúnar Reistrup
? Vit hava fingið virðismiklar royndir og hava avmystifiserað oljuvinnuna, samstundis sum tað hevur givið okkum eitt lítið avkast, og so kann man ikki vera annað enn nøgdur, sigur Magni Arge, stjóri fyri einasta føroyska flog-felagnum, sum í skjótt eitt hálvt ár hevur staðið fyri allari flogferðslu í sambandi við oljuleitingina á føroyskum øki.
Við tveimum tyrlum hjá bretsku fyritøkuni Bristow hevur Atlantic Airways rikið alla tyrluflúgving millum Føroyar og leitipallarnar á oljuleitingarøkjunum. Harafturat hevur flogfelagið flogið millum 3 og 4 ferðir um vikuna á rutuni Aberdeen-Vágar við fyrst og fremst oljufólki.
Kunnu saktans klára tað
Niðurstøðan eftir at hava verið hjáveitari hjá øllum teimum trimum oljufeløgunum, ið hava leitað á føroyskum øki hetta fyrsta leitingarskeiðið, er greið.
? Vit kunnu saktans standa fyri allari flúgving í sambandi við føroysku oljuvinnuna, eisini um hendan tekur dik á seg og farið verður undir at útvinna olju úr føroysku undirgrundini, sigur Atlantic Airways stjórin, sum ikki dylir fyri at uppgávan tyktist nokkso møtumikil áðrenn farið varð undir hana.
? Vit vistu ikki hvussu tað fór at vera at arbeiða saman við slíkum risafyritøkum, sum hesi oljufeløgini jú eru, og vit vóru ikki heilt greið yvir júst hvat tað innibar. Vit vita nú heilt greitt hvat tað vil siga at vera hjáveitari hjá oljufeløgunum, og at fyritøkan er før fyri at átaka sær tað. Tí eru vit heldur ikki longur í iva um at tað var púra rætt av okkum at fara inn í oljuvinnuna heilt frá fyrstu royndarboring.
Keypa onga tyrlu enn
Hóast olja nú er funnin í føroysku undirgrundini, so er enn ikki víst at gongd nakrantíð kemur á oljuframleiðslu á føroyskum øki, og meðan hetta er støðan, traðkar Atlantic Airways varliga fram. Tyrlukeyp verður ikki so mikið sum umhugsað fyrr enn oljuframleiðsla stendur fyri framman, og enn er flogfelagið ikki farið undir at útbúgva tyrluskiparar til stóru tyrlurnar hjá Bristow.
? Tað var allatíðina ætlanin, at okkara tyrluskiparar so líðandi skuldu manna tyrlurnar, og at okkara teknikkarar skuldu vera førir fyri at røkja tær. Men higartil hava vit ikki havt arbeiðsorku til at fara undir at útbúgva fólk til hetta, tí vit hava havt aðrar krevjandi uppgávur í summar, sigur Magni Arge.
Sum tað sær út í løtuni verður bara ein royndarboring á føroyskum øki komandi ár, og Atlantic Airways stjórin ivast í, um tað kann loysa seg at fara undir at útbúgva fólk, meðan virksemið á leitingarøkinum er so lítið.
Nýggj flogruta
Meðan tyrluflúgvingin í sambandi við oljuleitingina soleiðis hevur latið upp fyri einari nðggjari vinnugrein, hevur flutningurin av oljufólki til Føroya latið upp fyri einari nýggjari flogrutu í ferðaætlanini hjá Atlantic Airways. Flestu oljufólkini, ið hava starvast á leitipallunum í føroyskum øki, eru komin til Føroya úr Aberdeen. Hetta hevur skapt grundarlag fyri regluligum flogferðum millum Aberdeen og Føroyar, sum eisini hevur verið nógv brúkt av ferðafólki.
Ongan kappinginarneyta
Tá oljufeløgini fyrr í ár skuldu velja sær hjáveitarar var Atlantic Airways í teirri serstøðu, at fyritøkan í veruleikanum ongan kappingarneyta hevði. Við at vera einasta føroyska flogfelagið var Atlantic Airways eisini einasti valmøguleiki, um oljufeløgini vildu brúka føroyskan hjáveitara. Hetta valdu øll tey trð leitandi oljufeløgini at gera.
Men við endurskapta bjartskygninum, sum hevur staðist av fundinum hjá Amerada Hess, er eisini hugsandi at onnur flogfeløg fara at fáa áhuga fyri tí nðggja marknaði, sum føroyaøkið møguliga fer at menna seg til.
? Tað mugu vit hava í huganum og royna at fyrireika okkum sum best uppá, at vit kunnu fara at møta kapping í framtíðini, sigur Magni Arge, sjtóri í Atlantic Airways.