Tað byrjaði í tí smáa við at fíggjarleiðarin í Útvarpinum tók pening út av konto hjá arbeiðsplássinum og setti inn á egna konti.
Hetta lat seg væl gera, tí hann var einsamallur á bókhaldinum hjá Útvarpinum, og tí var tað eingin søk at fáa bóokhaldið at stemma.
Eftir útbúgving sum skrivstovufólk endaði fíggjarleiðarin í Útvarpinum fyrsta januar 1977, og starvaðist fyrstu árini sum skrivstovumaður har.
Í 1984 segði bókhaldarin seg úr starvi fyri at royna okkurt annað, og tá kom ákærdi fíggjarleiðarin at taka sær av bókhaldinum hjá stovninum.
Júst nær undandrátturin byrjaði er ilt at siga, tí ákæruvaldið fór bert aftur til 1987 í ákærum sínum, og sjálvur dugdi ákærdi fíggjarleiðarin ikki at siga nakað um, nær kavablakið fór á rull.
Ákærurnar snúðu seg um fíggjarligan undandrátt við at taka reiðan pening út av konto hjá Útvarpinum og seta hann inn á egna konto, at gjalda egnar rokningar við peningi hjá Útvarpinum, skriva út girokekkar til sín sjálvs og flyta pening av konto hjá Útvarpinum inn á egnar konti.
Øll tey nógvu fyrstu árini bar hetta lættliga til, tí fíggjarleiðarin sat sum nevnt einsamallur á kassanum, og tá arbeiðsbyrðan vaks, og fólk løgdust aftrat, sat ákærdi framvegis á ovastu rók og kundi bóka sum honum lysti.
Størri kreativitet
At fáa kassarapport og bókhald at stemma var sum nevnt lætt, og lat seg væl gera, ikki minst tí at eftirlitið hjá grannskoðarunum var so lemfeldugt.
Ákærdi greiddi í rættinum frá, at granskoðaraeftirlit bert varð framt einaferð um árið, og tí hevði bókhaldarin ríkiliga tíð at fáa alt í rættlag, so at roknskapurin einki illgrunasamt vísti.
Hetta gekk sum eftir ánni í mong ár, men so í 1999 fekk Útvarpið eina nýggja bókhaldsskipan, Navisión, sum var munandi meira framkomin enn tann skipan, ið framman undan varð brúkt.
Nú bar ikki longur til at taka reiðan pening út úr peningastovnum og posthúsi, fyri síðani at seta inn á egna konti. Heldur ikki bar til uttan víðari at flyta frá stovnsins konti á egnar konti, ella at gjalda egnar rokningar beinleiðis av konti hjá Útvarpinum.
Tað kravdi tí størri kreativitet at halda fram við svikinum.
Hesin størri kreativiteturin vísti seg skjótt á tann hátt, at fíggjarleiðarin fann upp á, at avrita rokningar tvær ferðir, og síðani at gjalda somu upphædd tríggjar ferðir.
Hetta gjørdi seg galdandi við rokningum frá Føroya Tele. Rokningarnar vórðu avritaðar tvær ferðir, og so vórðu allar tríggjar rokningar goldnar, einaferð til Føroya Tele, og síðani einaferð til fíggjarleiðarans egnu konti í Eik Banka og í BankNordik.
Á henda hátt vórðu í meðal umleið 15.000 krónur goldnar inn á konti hjá fíggjarleiðaranum, 7.500 í Eik Banka og 7.500 í BankNordik.
Fann onga grund
Eitt, sum undraði ákæruvaldið, var, at tað at síggja til eingin orsøk var hjá fíggjarleiðaranum at fremja hendan umfatandi undandráttin.
Í rættinum váttaði ákærdi, at honum ikki nýttist pening til at spæla fyri, hann hevði ikki alkohol trupulleikar og hann roykti ikki. Heldur ikki skuldi hann brúka pening til dýrar ferðir, tí tað var sjáldan, at hann ferðaðist uttanlands, og í heila tikið hevði hann ongar lastir, ið vóru peningakrevnandi.
- Eg veit ikki, hvar peningurin er farin, men hann er so ikki til í dag, segði ákærdi í Føroya Rætti í gjár.
Tað var tí einki, ið á logiskan hátt kundi stuðla undir, at fíggjarligi undandrátturin byrjaði, og heldur einki, sum talaði fyri, at neyðugt var at sami undandráttur skuldi halda fram.
Ákærin kundi tí bert staðfesta, at allar hesar 2,8 milliónirnar, sum undandrátturin hevði verið sambært ákæruritinum, gjøgnum árini bara var gingin inn í dagliga forbrúkið hjá ákærda.
Ákærin spurdi fleiri ferðir, um tað var spenningur, sum fekk fíggjarleiðaran at fremja undandrátturin, men tað helt hesin ikki vera allan sannleikan. Tí hann helt, at tað í líka stóran mun var opni møguleikin saman við einum vantandi eftirliti, sum var orsøkin.
Tað var næstan, sum einasta orsøkin hjá ákærda var: Eg gjørdi tað, tí eg kundi.
Varð uppdagaður
Tað var heldur ikki, sum ákærdi ikki skilti, at tað, hann gjørdi, var bæði skeivt og ólógligt. Og í tvey tíðarskeið hesi mongu árini, gjørdi hann eina roynd at gevast við undandráttinum.
Frá seint á vári 1993 og umleið eitt ár fram kundi ákæruvaldið ongan ólógligar transaktiónir finna hjá ákærda.
- Eg hugsaði, at hetta mátti fáa ein enda, hetta bar ikki til, greiddi ákærdi frá í rættinum. Kortini fall hann aftur í felluna, og byrjaði aftur at nápa pening frá arbeiðsgevaranum.
Aftur í 2004 gjørdi hann eina líknandi roynd, men við sama úrsliti. Tað gekk í umleið eitt ár at halda seg røttu megin markið, men so datt hann útí aftur.
Ákæran gekk aftur til november 1987, men ákærdi varð blivin bókhaldari við fíggjarligari ábyrgd av Útvarpinum í 1984, og tí kann upphæddin lættliga vera støddi en tær 2.773.291,94 krónurnar, sum ákæruritið nevnir.
Og hóast fíggjarleiðarin øtaðist um hesa stóru upphædd, so hevur Útvarpið – í dag Kringvarp Føroya – eina upphædd, ið ljóðar upp á 3,3 milliónir krónur.
Men »all god things must end«, og soleiðis var eisini hjá 56 ára gamla fíggjarleiðaranum.
Fyri at uppihalda svikinum kundu flytingar til egnar konti ikki vísa seg aftur á kontoavritunum hjá Kringvarpinum, og tí nýtti ákærdi eina so tilafturskomna framferð, sum at klippa og klistra út yvir sítt egna navn á kontosvritinum, og seta Føroya Tele í staðin.
Hetta varð uppdagað, og so mátti ákærdi inn til leiðsluna at greiða nærri frá sínum fyrihavandi.
Fíggjarleiðarin viðgekk beinanvegin, at hann hevði framt fíggjarligan undandrátt, g hann varð tí burturvístur frá arbeiðinum.
Tvey ára fongsul
Nú byrjaði ein strævin og tíðarkrevjandi gjøgnumgongd av 25 ára roknskapum, har hvørt einasta skjal mátti endavendast. Tá ákæruvaldið var liðugt við tilgongdina, lógu fleiri enn 300 ymisk skjøl, sum dokumenteraðu fíggjarliga undandrátturin hjá ákærda.
Fíggjarleiðarin hevði alla tíðina hjálp til við kanningararbeiðinnum, og hann øtaðist við, tá honum var greitt, hvussu stóra upphædd hann hevði svindlað fyri.
Hann avráddi beinanvegin at rinda 10.000 krónur aftur til Kringvarpið, og hann fekk heldur onga løn útgoldnað fyri august mánað í fjør. Møguliga hevur ákærdi tá hildið, at hetta var eitt stórt lop at gjalda aftur tað, hann hevði svikað fyri. Men vegurin upp til 2,8, ella í ringasta føri 3,3 milliónir krónur er langur.
Á rættarfundinum varð annars upplýst, at Kringvarpið tók fyrivarni fyri muninum millum 2,8 og 3,3 milliónir og sagt varð, at helst verður borgarligt sakarmál um hesa hálvu milliónina.
Eisini varð upplýst, at hald var lagt á helvtina av frívirðinum í sethúsunum hjá ákærda.
Ákærin metti, at talan var um so umfatandi svik yvir so langa tíð, at tað mátti kosta tvey og eitt hálvt ár treytaleysa fongsulsrevsing.
Verjin vísti hinvegin á, at ákrædi beinanvegin hevði játtað seg sekan, hann hevði hjálpt løgregluni í kanningararbeiðinum, og hann viðurkendi afturgjaldaskylduna. Tí metti verjin, at talaní mesta lagi kundi gerast um tvey ára revsing og at hon í stóran mun átti at verið treytað.
Dómurinljóðaði upp á tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, og dømdi fíggjarleiðarin gjørdi í samráð við verjan av at biða um umhugsingartíð at skjóta dómin inn fyri Eystara Landsrætt.