Tað var trýst á okkum

Víkinga liðformaðurin Niclas Niclasen var sjálvandi væl nøgdur við at hava vunnið.

- Tað var ikki frítt, at vit kendu trýst á okkum. Vit høvdu tapt tvær ferðir á rað, og vit vistu, at nú vóru NSÍ, EB/Streymur og HB á skránni. Uppleggið var, sum tað plagar at vera, men vit skaptu færri møguleikar, enn vit plaga at gera. Stóri munurin var hugburðurin. Vit stríddust sum úlvar, og tað loysti seg, staðfesti Niclas Niclasen, sum vónar, at tað fer at bera til at sýna sama hugburð, tá ið Víkingur mikukvøldið fer at vitja í Streymnesi, og tá ið HB mánakvøldið um eina viku fer at vitja í Gøtu.

- At tað loysir seg at stríðast og kempa, vórðu vit so staðiliga mintir um ímóti NSÍ. Í spæli var eingin munur, men tað var tað í hugburði.