Evald Kjølbro frá Landsverk er ikki eins bjartskygdur um flogvøll í Nólsoy, sum aðrir. Hann sær stórar trupulleikar fyri sær Longu dagin eftir, at Bjarni Djurholm hevði fingið handað uppskotið hjá Magnus Hansen, lat hann tað víðari til Landsverk at gera nærri metingar og kanningar.
Serfrøðingurin innan økið hjá Landsverk, Evald Kjølbro, sigur, at hann sær stórar trupulleikar við lendisviðurskiftunum, men hann vil kortini ikki í løtuni siga, at oyggin kann avskrivast sum flogvallarøki.
- Vit viðgera málið í løtuni og seinni í vikuni kunnu vit siga nærri, um økið á Borðuni í Nólsoy er egnað ella ikki. Men vit vita longu nú, at tað eru lendistrupulleikar bæði norðarfyri og sunnanfyri ætlaða vøllin, sigur Evald Kjølbro.
Hann sigur, at tað finnast altjóða reglur fyri millum annað lendisviðurskifti, og hesi skapa trupulleikar við innflúgving yvir Havnini.
- Lendið er ov bratt. Tað krevst eitt ávíst frílendi við síðuna av vøllinum, og tað verður ein trupulleiki norðantil. Og eisini sunnanfyri eru trupulleikar, tí tað gerst of bratt útav, sigur Evald Kjølbro
Men hann vil sum nevnt ikki siga nakað avgerandi, fyrr enn teir eru lidnir at gera teirra metingar, og tað verður seinni í vikuni.