Tað verður einki avlop í ár

Hjá Hotel Streym í Havn verður neyvan nakað avlop á botnlinjuni, tá ið árið í ár er farið aftur um bak

Tað er komið eitt sindur av gongd í bíleggingarnar aftur hjá Hotel Streym yviri við Strond í Havn. Tað sigur Svend Åge Ellefsen, stjóri.

-       Í vár fingu vit bara avlýsingar, og vit fáa framvegis avlýsingar. Men nú er tað næstan bara frá fólki, sum búgva langt burturi frá Føroyum. Vit fáa eisini bíleggingar, og í løtuni fáa vit fleiri bíleggingar enn avlýsingar, sigur hann.

 

Ikki sum frammanundan

Nú í summar er nakað av fólki á hotellinum, men hvussu verður í heyst er ilt at spáa um sambært stjóranum.

-       Gott og væl helmingurin av kømurunum eru bíløgd í juli, august og hálvan september. Eftir tað er ikki vanligt, at fólk bíleggja fyrr enn nakrar fáar dagar frammanundan, at tey skulu gista hjá okkum, sigur Svend Åge Ellefsen.

Hotel Streym hevur keypt grannabygningin, har Yndi Fitness áður helt til, og arbeitt verður nú við at knýta bygningarnar saman.

-       Vit byggja ein millumbygning, har móttøkan skal vera. Í eystara bygninginum, sum vit hava keypt, koma vit í fyrstu atløgu at hava 12 kømur. Í heyst ella vetur fara vit so eisini at flyta morgunmatin í tann bygningin. Løgreglan leigar framvegis ein part av bygninginum, men tá ið tey flyta út, ætla vit at gera nøkur kømur afturat, sigur Svend Åge Ellefsen.

Hann sigur, at eftir ætlan skuldi millumbygingurin verið liðugur nú, men hann er seinkaður vegna korona, og væntandi verður tað liðugt í komandi mánað.