Seinastu tíðina hevur ikki viðrað nakað serligt hjá útróðrarbátum, sum royna við línu, og um vikuskiftið verður streymurin harður. Útróðrarbátarnir, sum royna við línu, eru ikki nógvir í løtuni, men ein av teimum, ið regluliga rør út, er Falkurin á Skála, sum Sjúrður Joensen eigur og rekur.
Falkurin hevur seinnu árini roynst drúgvur, tá líkindi eru, og árstíðin er hin rætta til útróður. Tað serliga við virkseminum hjá Falkinum er, at tað eru pensjónistar sum egna. Teir egna í einum skúri á Skála, og hetta eru menn, sum koma úr ymiskum heraðshornum.
- Millum teir, sum hava longsta veg til arbeiðis, eru tveir mans av Selatrað og ein, sum trúliga kemur frá Gjógv. Í fjør gavst tann eini egnarin hjá okkum, og hann var eini 86-87 ára gamal. Tað er stuttligt, at hesir menn, sum dagliga eru einir seks í tali, hava nakað at fara upp til.
Sjúrður Joensen heldur ikki, at tað kostar honum meira at hava egnarar í mun til, um menninir bara róku línuna um, og hann síðan setti úr trakt, sum tað verður rópt. Setir tú úr trakt, brúkar tú meira agn, og agnið er dýrt, harav høgguslokkurin kostar einar 24 krónur fyri kilo.
- Nakað verður egnt við gággu, og her keypa vit gágguna. Vanliga plaga vit at hava umleið fimmta hvønn húk egndan við gággu, sigur útróðrarmaðurin.
Sjúrður Joensen sigur, at teir gjørdu einar tríggjar túrar í september, og veiðan lá um 100 pund á stampin. Hesar túrarnar vóru teir eystan fyri, og størsti parturin av veiðini var hýsa. Hýsan er sera væl í holdum, og hon var blandað í stødd á hesum túrum.
- Útróðrarmaðurin má vera við gott mót, og tað eri eg eisini. Eg ivist onga løtu í, at tað verður fiskur at fáa, tá sjógvurin verður kaldari. Seinnu árini hevur tað verið soleiðis, at útróðrarfiskurin byrjar ikki fyrr enn í oktober, men hann plagdi at byrja fyrr.
Í summar lá Falkurin við brotnum geari í tveir mánaðir. Hetta var annars tíðin, tá teir plaga at royna við nylonlínu við størri húkum enn vanligt. Línuryggurin er á trumlu, og síðan verða teymarnir "klipsaðir" upp á línuna, tá sett verður og tiknir av aftur, tá drigið verður.
- Vit vóru nakrar dagar við nylonlínuni í summar, og vit fingu nakað av fiski. Tann eina túrin fingu vit 1500 pund av kalva, og kalvarnir vóru 14 í tali. Annars er lítil kalvi at fáa, tó at royndin eftir kalva neyvan er hin stóra, men hesin túrurin hjá okkum eydnaðist væl, sigur Sjúrður Joensen.