Tað verður fult á Tórsvølli

Seinastu atgongumerkini fara nú, og eingi verða eftir at selja við dyrnar áðrenn dystin

Føroyingar ætla at stuðla sínum landsliði í tí týdningarmesta landsdystinum í mong ár.

 

Klokkan 17 byrjar HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Andorra. Um Føroyar vinna fáa vit søguliga nógv stig í einari undankapping. Ein sigur førir okkum uppá átta stig. Gamla metið frá HM-undankappingini 2000-2001 er sjey stig.

 

Umsitingin hjá FSF boðar nú frá, at tey allarsíðstu atgongumerkini verða seld nú, og tí verða eingi atgongumerki eftir at selja við dyrnar.

 

Sostatt verður 10. hvør føroyingur til dyst á Tórsvølli at stuðla føroyska landsliðnum, og tað er sera gleðiligt.

 

Nú fer at krevja eitt tógvið stríð og nógv tol at bróta verjukenda andorianska liðið niður, og tí er neyðugt, at væl verður stuðlað frá áskoðaraplássunum.

 

Rás2 byrjar at senda upptakt longu klokkan 14. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá landsdystinum á Rás2. 

 

In.fo hevur sjálvsagt beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.