H71-Tjaldur 34-31 (14-19)
Botnliðið Tjaldrið kom til Havnar við bert átta monnum, men kortini var nær við, at teir tóku stig frá H71, sum er nummar tvey, men sum fyrr hevur havt trupulleikar av lægru liðunum.
Avrikið hjá hoyvíkingum í fyrra hálvleiki var nakað av tí ringasta, teir hava víst í allari kappingini. Einki hekk saman, bóltarnar vórðu í heilum tveittir út av vøllinum, og verjuinnsatsurin var alt, alt ov sløvur. Fleiri av spælarunum stóðu beinleiðis og svóvu, tá Pole Hansen, sum var klárt besti maður á vøllinum, ferð eftir ferð fekk síni renniskot í málið. Ein kann bert ímynda sær, hvussu leikur hevði gingist, um Tjaldrið hevði havt Jens Martin Knudsen og Sverra Justinussen við eisini (Jens Martin er í Spania við fótbóltslandsliðnum, og Sverri hevði vegna fíggjarmálastýrið sitið í samráðingum við Starvsmannafelagið alla náttina).
Størsta leiðsla higartil í kappingini
Tjaldrið, sum áðrenn sunnudagin hevði tapt 19 dystir upp í slag, vann fyrra hálvleik 19-14, og tað man vera størsta leiðslan, Tjaldrið nakrantíð hevur havt í kappingini. Og tað var eisini uppiborið, tí hóast spælið hjá botnliðnum ikki var nakað at reypa av, var tað betri enn hjá heimaliðnum. Tjaldrið gjørdi sum KÍF og fór at mansverja Hans Guðmundsson frá byrjan. Men munurin í hesum dystinum og tí móti KÍF var Finnur Hansson, sum helt H71 inni í dystinum í fyrra hálvleiki. Hans fór út og sat uttanfyri meginpartin av hálvleikinum, og tá var tað Finnur, sum var nógv tann vandamiklasti í H71-álopinum. Men í verjuni var hann lítið frægari enn restin av liðnum.
H71 vaknaði
Tað var lítið at ivast í, at H71 sálarliga ikki hevði fyrireikað seg nóg væl til dystin sunnudagin, og tað hoyrir ivaleyst eisini við til søguna, at teir ikki so langt áðrenn høvdu vunnið ein rímiliga lættan sigur í Runavík. Men í hálvleikinum var greitt, at hoyvíkingar skuldu taka sær um reiggj, um teir skuldu fáa nakað burturúr, og tað gjørdu teir so.
Nú var nógv meira vilji at síggja, serliga í verjuni, har teir vóru skjótir út í serliga Pola Hansen, sum í seinna hálvleiki, tá Mortan Hansen noyddist út eina góða løtu við skaða, bleiv ein reinur einmansherur hjá Tjaldrinum. Fleiri ferðir rann hann ígjøgnum verjuna, og onkuntíð var tað flott at síggja, hvussu hann sneiddi og snaraði sær inn ímillum stóru hoyvíkingarnar.
Men tað hjálpti ikki. Halgir Dal Olesen kom betur við í álopspartinum hjá H71, enn hann hevði verið í fyrra hálvleiki, og tað vísti seg at vera nóg mikið hjá hoyvíkingum, sum nú høvdu fleiri hóttanir útifrá, enn Tjaldrið megnaði at demma upp fyri. Tjaldursmenn gjørdu eisini nakrar stórar brølarar í verjuni, har teir rætt og slætt »gloymdu« menninar, serliga úti í teirra vinstru verjusíðu, har tað ofta var alt ov opið.
Málverjin hjá Tjaldrinum, Jógvan Martin Hansen, hevði staðið sera væl í fyrra hálvleiki, men hann fekk ikki fatur á so nógvum fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki, tá dysturin vendi. Í hinum endanum kom Ragnar Mouritsen í H71-málinum væl við, samstundis sum skotini hjá útiliðnum blivu meira ókonsentrerað.
So líðandi fekk H71 yvirvágina, og tá Anfinn Debes í 12. minutti skoraði til 23-22, var tað fyrstu ferð síðani miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at hoyvíkingar vóru á odda. Tjaldrið megnaði at koma frá 24-22 upp á 24-24, men teir komu ongantíð framum aftur, hóast spenningurin helt sær heilt til bert tveir minuttir vóru eftir. Tá legði Halgir Dal Olesen H71 á odda 33-30, og so var liðugt.
Eftir sótu fólk við eini kenslu av, at líkamikið hvussu væl Tjaldrið spælir, og líkamikið hvussu gott tað sær út hjá teimum, so eydnast tað teimum ikki at vinna. Teir hava fýra møguleikar eftir í ár, og har av eru tríggir teir fyrstu á heimavølli ? móti ávikavist StÍF, KÍF og Neistanum ? áðrenn teir enda móti VÍF í Vestmanna.
H71 hevur dystir eftir móti Neistanum, Kyndli, StÍF (úti) og VÍF (heima). Men um teir skulu gera sær nakrar vónir um at taka Kyndil aftur, skal nógv meira til, enn tað teir vístu sunnudagin. Tað kann vera torført at seta seg upp móti einum liði, sum hevur tapt 19 dystir á rað, og tað mundi komið teimum aftur um brekku sunnudagin.