Tað verður óhugnaligt

Tað sigur Jacob Brøcher Madsen, professari. Eitt søguliga stórt avlop av bústøðum í størru donsku býunum og varnið hjá bankunum at veita bústaðarlán, kunnu fáa álvarsligar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin, heldur hann

Hann hevur verið frammi fyrr. Í veruleikanum var hann ein av teimum fyrstu, sum blástu í ávaringarlúur um tað, hann í áravís hevur nevnt fyri »sterkt yvirmettar prísir á danska marknaðinum«.

Jacob Brøcher Madsen, sum til fyri kortum starvaðist sum professari í tjóðarbúskapi á Københavns Universitet, men sum nú er professari i Australien, hevur longu fingið rætt í døpru spádómum sínum.

- Bústaðarprísirnir er longu falnir nakað í og rundan um høvuðsstaðarøkið seinnu árini. Men støðan kann gerast munandi verri, slær hann fast.

- Vit hava eitt søguligt avlop av bústøðum í Keypmannahavn og øðrum størri býum. Teir eru alt ov dýrir fyri keyparar og leigarar. Men øll satsaðu upp á, at tær ørligu prísøkingarnar fóru at halda fram í allar ævir. At man kundi halda fram við at byggja fyri tvær milliónir og selja aftur fyri tríggjar, sigur Jacob Brøchner Madsen og vísir til, at í fýra teimum størstu býunum standa 35.833 bústaðir tómir – bara í Keypmannahavn er talið 18.000 tómir bústaðir.

- Prísirnir skulu framvegis minst 20% niður. Hartil kemur ein eyka ávirking, nevniliga fíggjarkreppan, sum knappliga ger tað munandi truplari hjá fólki at fáa lán. Umframt hetta hava hækkandi renturnar gjørt lánini munandi dýrari. Hetta kann fáa marknaðin til at »yvirreagera«, so prísirnir falla enn meira enn tað, sum kann grundast á fíggjarlig viðurskifti. So tað verður óhugnaligt, sigur Jacob Brøncher Madsen við epn.dk.

 

30-40% ov dýrt

Hann hevur javnan verið at sæð í ymsum dagbløðum – og hvørja ferð við einum pástandi um, at donsku bústaðarprísirnir í fleiri ár hava ligið munandi yvir tí støði, sum kann verjast av fíggjarligum skipanum.

Í juli síðsta ár segði hann við Ritzau:

- Prísirnir á danska bústaðarmarknaðinum eru sera nógv yvirmettir. Ein nýggj búskaparlig skipan vísir, at prísirnir liggja millum 30 og 40 prosent yvir tað støði, teir áttu at ligið. Og tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn prísirnir falla niður á teirra náttúrliga støði.

- Júst nú fær yvirútboðið av bústøðum á marknaðinum prísirnar at falla spakuliga, men um arbeiðsloysið veksur ella renturnar vaksa, fara teir at rapla niður. Í besta føri verða teir komnir á eitt náttúrligt støði eftir tíggju árum, í ringasta føri um trý, segði hann tá við Ritzau, skrivar epn.dk.