Tað verður kalt um vikuskiftið

Køld luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar av útnyrðingi og norðri. Mánadagin kemur eitt brúgvalag við regni inn yvir okkum av vestri og hevur ælaveður og lýggjari luft eftir sær. Seinni í vikuni koma brúgvaløg við regni og vindi inn yvir okkum úr suðri.

 

Í dag

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, stundum upp í skrið í støðum, 18 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur og hitin millum 2 og 7 stig. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella kava og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Í morgin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi  og norðri, 10 til 15 m/s, sum makar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum 2 og 7 stig. Um náttina aftur stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Ælaveður lutvíst vátaslettingur ella kavi og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Sunnudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar og um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Vátaslettings- og kavaæl, men onkrir sólglottar og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, sum lækkar í ein útsynning, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt, men fyri tað mesta skýggjað og hitin millum 1 og 5 stig.

 

Mánadagin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, út á dagin av vestri. Skýggjað og regn, út á dagin samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 8 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað og ælaveður ella eitt skifti regn. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Ælaveður, men sólglottar. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s, og tað fer at regna. Hitin millum 3 og 8 stig.