Tað verður Lars Barfoed

Klokkan ellivu í dag fer fólkatingsbólkurin hjá Konservativa Fólkaflokkinum á fund at velja nýggjan leiðara fyri Lene Espersen, sum legði frá sær í gjárkvøldið eftir innanhýsis missnøgd í flokkinum og sera vánaligar veljarakanningar. Hon heldur tó fram í starvinum sum uttanríkisráðharri.

Alt bendir á, at tað verður Lars Barfoed, løgmálaráðharri, sum skal taka við eftir Lene Espersen. Tíðliga í gjárkvøldið ljóðaði, at Brian Mikkelsen, búskaparmálaráðharri, hevði hug á leiðarastarvinum, men hann boðaði í tíðindaskrivi seint í gjárkvøldið frá, at hann styðjar Lars Barfoed. Tey boðini komu, eftir at teir báðir høvdu tosað um støðuna.

Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn ivast í, at Lars Barfoed megnar at draga veljarar aftur til Konservativa Fólkaflokkin. Ikki tí, Brian Mikkelsen hevur heldur ikki tey evnini, halda teir.

Ein meiningakanning, sum Berlingske Tidende hevur gjørt, vísir, at bara fimm prosent ætla sær at atkvøða fyri Konservativa Fólkaflokkinum, um Lars Barfoed verður leiðari. Tað er á leið tað sama, sum flokkurin fekk í aðrari kanning nú um dagarnar.