Tað verður meira virksemi

Fríðin Ziskason er virkisleiðari á Kósin, og hann fegnast saman við øllum hinum, at gongd er komin á virkið, hóast tað ikki eru so nógv fólk til arbeiðis í dag, so ivast hann ikki í, at talið fer at hækka. – Eg vóni, at vit koma upp á 80 fólk um tríggjar vikur, sigur virkisleiðarin

Í 10 ár hevur Fríðin Ziskason arbeitt í flakavinnuni, og tær royndirnar fer hann at royna at brúka at fáa meira burtur úr fiskinum á Kósini.

– Størsta avbjóðingin verður at vera dugnaligur, sigur Fríðin Ziskason, sum fyrr hevur verið á Kósini í tvey ár.

Sum øll hini fegnast hann eisini, at Kósin er latin upp.

– Eg gleði meg til hesa uppgávuna, sum eg haldi vera øgiliga spennandi, heldur Fríðin Ziskason, sum tó viðurkennir, at tíðirnar eru truplar og tí skal veruliga stríðast við at halda virkinum í gongd.


Fer at bera til

Sambært virkisleiðaranum skulu tvey ting til, fyri at fáa virkið at bera seg, og tað eru dugnalig og hugalig fólk, umframt nóg mikið av fiski.

– Eg ivist ikki í, at hetta fer at bera til, so leingi vit hava nóg mikið av dugnaligum fólki og nóg mikið av fiski, metir virkisleiðarin.

Men hesum ivast hann ikki í, tí rávørugrundarlagið sær út til at vera uppi á pláss, og fólkið hevur ongantíð verið ein trupulleiki hjá Kósini.


Fleiri fólk

Hóast tað ikki eru nógv fólk til arbeiðis á Kósini samanborið við farnar tíðir, so ivast virkisleiðarin ikki í, at fleiri fólk koma á virkið komandi tíðina.

– Vónandi koma fleiri í hesi vikuni, og innan fyri 14 dagar verða helst eini 80. Men tað er trupult at siga, so tað kemur tíðin at vísa, sigur Fríðin Ziskason, sum er virkisleiðari á Kósini í Klaksvík.